Vit føldu at vit vóru ein tiltrongd rødd í Føroyum

Tað sigur Steintór Rasmussen um Frændur, nú bólkurin hevur 30 ár á baki.

Tað sigur Steintór Rasmussen um Frændur, nú bólkurin hevur 30 ár á baki.

Tá ið Frændur byrjaði í 1984, var tað ein sera spent tíð í heiminum, og tað sást eisini væl á songunum hjá Frændur, ið er ein bólkur sum altíð hevur havt nógv upp á hjarta.

- Tá í tíðini vóru sangirnir hjá okkum roknaðir fyri at verða nokk so politiskir, og tað vóru teir eisini, sigur Steintór.


Friðarrørslurnar, sum vóru kring heimin í 80'inum, høvdu eisini stóra ávirkan á Frændur, tí umframt at syngja kærleikssangir, so sungu Frændur eisini sera nógv um frælsi.

- Tað besta fyri okkum er at fólk tóku sangirnar til sín, og dámdu væl orðini. Vit føldu at vit vóru ein tiltrongd rødd í Føroyum, í øllum ruðuleikanum sum var í heiminum tá, sigur Steintór.

Steintór sigur, at tað var ein sera spennandi og góð tíð í lívið teirra, tá ið Frændur byrjaði í 1984. Allir vóru teir fyrst í 20inum, og lívið var akkurát byrja.

- Eg hevði skrivað sangir í nøkur ár, og vit vóru allir orduliga spentur uppá at geva eina plátu út, sigur Steintór, og leggur afturat at tað var sera gleðiligt at tónleikur teirra var so væl móttikin, og nógv at hoyra í útvarpinum fyrstu tíðina.

Steintór minnist væl, at tað var ein sera løgin kensla at hoyra sínar egnu sangir í útvarpinum, og at uppliva at nógv fólk søgdu seg hava hoyrt sangirnar og dáma teir. Eftir hetta komu Frændir at kenna nógv fólk, og vóru bidnir at spæla til nógv tiltøk og konsertir.

- knappliga var man heimskendur í Føroyum, og tað var bæði spennandi og stuttligt, sigur Steintór.

Nú 30 ár eru farin síðani Frændur byrjaði av fyrstani tíð, følir Steintór at tað er eitt langt tíðarskeið at hugsa aftur á.

- Nógv er broytt, og nógv er hent í heiminum. Hóast tað hevur gingið rætta vegin, er tíanverri langt eftir á mál. Heimurin er tíanverri ikki vorðin so vakur, sum eg hevði ynkst og droymt um, sigur Steintór.

Tó leggur hann afturat, at tað var ein øgiliga góð tíð at spæla við Frændum.

- vit hava havt nógvar góðar og gevandi løtur saman, og tað sum eg eri serliga takksamur fyri í dag er, at sangirnar eru sloppnir at liva so væl og leingi ímillum fólk, og fólk hava tikið so væl ímótur teimum, sigur Steintór at enda.