Tað er lítið at ivast í, at kravið til nýggja B36-venjaran og hansara menn komandi ár er eitt meistaraskap, men hetta tykist ikki verða nakað, ið ávirkar yngsta venjaran í fremstu deildini.
Mangla ein áleypara
Tað er einki at ivast í, at hópurin hjá B36 er sterkur, men tað skerst ikke burtur, at á pappírinum manglar liðið áleyparar, og hetta viðgongur Sigfríður Clementsen eisini. - Vit mangla ein áleypara, men sum Kristjan á Neystabø eisini segði, so kemur helst ein markantur spælari afturat til felagið, og tað verður óivað ein áleypari, sigur B36-venjarin, sum tó leggur afturat, at teir í B36 í ár hava fingið teir leikarar, ið teir vildu hava.
Sigfríður Clementsen sigur tó, at hóast liðið hevur fingið tilgongd av fleiri heilt góðum spælarum til komandi ár, so er neyðugt at hava í huga, at felagið hevur mist ikke færri enn 14 leikarar, sum í farna kappingarári í størri ella minni mun vóru partur av besta liði felagsins. Í hesum sambandi nevnir hann menn sum John Petersen , Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, Bárður Mortansson, Niels Joensen, Johannes Joensen, Egil á Bø og Ronnie Samuelsen. Alt berandi kreftir, ið hava nógvar royndir í bestu deildini.
- Men eg haldi tó, at tað er umráðandi, at vit í Jákup Mikkelsen, Niclas Niclasen, Fróða Benjaminsen, Mikkjal Thomassen og Herbert í Lon hava fingið fatur á nøkrum leikarum, ið eru etableraðir spælarar. Eg trúgvi neyvan heldur, at tað er nakað annað lið í Føroyum, sum er so væl fyri kropsliga, tí allir teir nýggju leikararnir eru sera væl fyri kropsliga, og tað sama eru fleiri av teimum "gomlu" í hópinum, sigur Sigfríður.
B36 fór undir venjingina aftur longu 1. November, men Sigfríður leggur í hesum sambandi dent á, at tað var eitt ynski frá leikarunum, at lagt var til brots so tíðliga, og í hesum sambandi heldur hann, at tað er farin ein hugburðsbroyting fram millum føroyskar fótbóltsspælarar. - Leikararnir eru blivnir meiri bevístir og seta krøv, og eg kann siga so mikið, at í B36 hava fleiri av royndaru leikarunum í hópinum verið við í fyrireikingunum til komandi ár millum annað viðvíkjandi nýggjum leikarum, sigur hann.










