Sjálvstýrisflokkurin heldur, at samráðingarnar um bankamálið skulu bíða til eftir valið.
Helena Dam á Neystabø góðtekur ikki, at eitt mál um endurgjald fyri svik móti føroyingum, verður samráðst um undir valstríðnum.
Eg haldi, at Landsstýrið eigur at boða frá, at um Den Danske Bank og danska stjórnin ikki vilja leingja fyrningarfreistina, so at samráðingarnar kunnu gerast lidnar, so skal Landsstýrið stevna bankanum og stjórnini. Hetta er ikki mál, sum vit hava ráð at spæla við, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur, at sama sjónarmið sum danska stjórnin førdi fram, tá valið varð útskrivað í Danmark, eigur eisini at galda fyri Føroyar - nevniliga, at Nyrup Rasmussen beinanvegin segði, at stjórnin fór ikki at samráðast við føroyingar undir valstríðnum.
Somu treytir mugu eisini vera galdandi fyri okkum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Misbrúkar demokratisku mannagongdirnar
Við at fara til samráðingarborðið nú, heldur formaðurin í Sjálvsýrisflokkinum, at Landsstýrið ikki virðir demokratisku mannagongdirnar meir enn so, at teir vilja misbrúka Føroyar í so týðandi máli í einum valstríði.
Landsstýrið hevur har-næst kvett samskiftið við tingið og tingmannabólkin, sum varð settur eftir áheitan frá løgmanni.
Bólkurin fekk onga kunning um útspælið.Tað er tí ikki tingmannabólkurin ið hevur upployst seg sjálvan, men Landsstýrið sum hevur sett bólkin frá. Hetta átti Bjørn á Heygum, talsmaður fyri bólkin, at fingið meira greitt fram, sigur Helena Dam á Neystabø.









