Av tí at Føroyar ikki eru klárar, so kunnu vit ikki átaka okkum Oyggjaleikir 2019. Tað segði Petur Elias Petersen við útvarpið í kvøld.
Tað hevur ligið í luftini, at Føroyar skuldu vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019 – og at størsta avbjóðingin var golfvøllurin, soleiðis at Føroyar kundu bjóða 12 ítróttargreinar, so sum fyriskrivað er.
Petur Elias Petersen, formaður í ÍSF, hevur í dag verið á fundi hjá Oyggjaleikanevndini á Jersey, og har mátti hann boða frá, at vit kortini ikki kudnu átaka okkum leikirnar.
– Vit hava ikki tær neyðugu 12 ítróttargreinarnar upp á pláss og tí kunnu vit ikki skipa fyri leikunum í 2019 sum ætlað. Vit hava hildið og vónað, at alt kom upp á pláss, men so varð ikki, segði Petur Elias Petersen í samrøðu við Brynhild Thomsen í Útvarpinum í kvøld.
Hann vísti eisini á, at tiltakið er vorðið so mikið stórt, at Oyggjaleikirnir í Jersey næsta ár verða størsta ítróttartiltak í Evropa í 2015.
– Tí ber tað ikki til at bjóða seg fram og bara vóna, at alt verður liðugt. Hann heldur, at politikararnir hava arbeitt seinni enn væntað at fáa tær neyðugu umstøðurnar til allar ítróttargreinarnar, segði hann við útvarpið.
Hann segði, at tað ber ikki til bara at vóna. Alt skal vera liðugt, áðrenn vit aftur bjóða okkum fram, segði hann.