Vit fingu fleiri UEFA Ranking stig enn í fjør - men færri enn í 2020

Føroysku felagsliðini eru í løtuni nummar 41 av teimum 55 UEFA-limalondunum

KÍ, B36, Víkingur og HB vunnu føroyska UEFA Ranking roknskapinum 2.250 stig hesaferð.

 

Javnleikirnir hjá KÍ og B36 á útivølli góvu 250 stig. Báðir sigrarnir hjá Víkingi á Europa FC góvu 500 stig. Báðir heimasigrarnir hjá B36 á Borac Banja Luka og Tre Fiori góvu 500 stig. Heimasigrarnir hjá KÍ á Bodø/Glimt, Sutjeska og Ballkani (Brotssparkskappingar telja ikki við í UEFA Ranking) góvu 750 stig, og heimasigurin hjá HB á Newtown gav 250 stig.

 

Hetta er væl betri úrtøka enn í fjør, tá vit vunnu 1.500 stig. Tó er hetta árið ikki líka gott sum 2020, tá vit vunnu 2.750 UEFA Ranking stig.

 

Føroyar eru í løtuni nummar 41 av 55 londum, tá ræður um felagsfótbólt í Evropa. Vit eru beint frammanfyri Armenia og Norðurírland, ið enn hava eitt lið eftir í evropeisku kappingunum.

 

Her er gongdin í felagsfótbólti hjá UEFA-limalondunum frá nummar 36 til nummar 55: 

 

##med2##