Vit fingu 12 nýggjar doktarar í fjør

Harafturat hava vit fingið tríggjar heiðursdoktarar

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg

Í fjør hava 12 føroyingar, ellla 12 fólk, sum skriva um føroysk viðurskifti, lokið ph.d prógv, og kunnu sostatt kalla seg dokatara.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Granskingarráðnum. Seks av hesum doktararitgerðum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.

 

Teir nýggju doktararnir eru hesir:


28. januar vardi Petra Petersen doktararitgerð sína við University of Stirling í Skotlandi. Ritgerðin hevur heitið “An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.).”



13. apríl vardi Birgitta Andreasen ph.d.ritgerð sína í evnafrøði við DTU. Ritgerðin kallast “Degradation of Solar Cells Comprising both Organic and Inorganic Materials.”


24. apríl vardi Bergur Djurhuus Hansen ph.d.ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: "Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø."

 

19. juni vardi Edit Bugge ph.d. ritgerð sína við Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier, Universitetet i Bergen. Ritgerðin kallast “Språktradering i Bolsøy. En variasjonslingvistisk analyse med vekt på familietilhørighet som sosial variabel.”

28. august vardi Anni Djurhuus ph.d.ritgerð sína við Oxford University. Ritgerðin kallast: "Microbial oceanography of southern hemisphere seamounts and hydrothermal vents."

4. september hevur Ása Róin vart ph.d.ritgerð sína við Linköpings Universitet. Ritgerðin kallast: “On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands.”

5. september vardi Solveig Malmsten ph.d.ritgerð sína á Uppsala Universitet. Ritgerðin kallast "Dativ i modern färöiska: En fallstudie i grammatisk förändring."



10. september vardi Noomi Oddmarsdóttir Gregersen ph.d.ritgerð sína við Translational Neuropsychiatry Unit, Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast "Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder."


18. september vardi Helena Gásdal Karstensen ph.d. ritgerð sína við Panum Instituttet í København. Ritgerðin kallast: “Towards the genetic basis of hereditary anosmia in the Faroe Islands.”


2. oktober vardi Stefanie Binzer ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast “Multiple sclerosis: Searching for the missing heritability in the isolated Faroe Islands.”


25. november vardi Jørgen Thorlund Haahr ph.d. ritgerð sína Á DTU MAN. Ritgerðin hevur heitið ”Reactive Robustness and Integrated Approaches for Railway Optimization Problems.”



26. november vardi Lau Øfjord Blaxekjær ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Transscalar Governance of Climate Change: An Engaged Scholarship Approach."

Harumframt eru tríggir føroyingar tilnevndir heiðursdoktarar. Sostatt kunnu teir nú kalla seg Ph.d. hc, sum tað eitur.

Tað hendi á almenna 50 ára haldinum hjá Fróðskaparsetrinum, og teir tríggir eru Hanus Kamban, Jens-Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen, sigur Granskingarráðið.

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg

Tað sæst á talvuni, at tað er serliga síðani 2007, at føroysk gransking hevur tikið dik á seg