Ronja og Sjúrður sita móti einum veggi niðri í Vágsbotni, meðan Jens Marni undirheldur við mjúkum popp-sangum á høga pallinum.
Tey hava verið her eina løtu og hugna sær í sólini og heilsa upp á fólk, tey kenna.
- Her er so hugnaligt, nógv fólk, ein kennir og góður stemningur.
Sjúrður er sum so ikki komin fyri tónleikin, men meiri fyri at heilsa upp á fólk. Ronja gleðir seg at hoyra Jens Marna.
- Altso tá Jens Marni fer at spæla ordiligan tónleik seinni á stóra palli, sigur hon, tá eg hyggi spyrjandi upp á hana, og nevni at Jens Marni jú spælir akkurát nú, meðan hon situr her.










