Norðborg
Um 14-tíðina fríggjadagin, dýra biðidag, stevndi nýbygningurin Norðborg, sum Kristian Martin Rasmussen og synir hansara hava latið smíða í Chili, inn á Klaksvík. Bátar fylgdu skipinum inneftir vánni, og tá tú í bili nærkaðist norðurpartinum av Klaksvíkini, sást skjótt, at áhugin fyri at taka ímóti nýggja og stásiliga skipinum var ógvuliga stórur.
Fólk í bili og fólk til gongu stevndu norðureftir móti norðurhavnini, sum klaksvíkingar rópa nýggju havnina í Ánunum.
Trongt var á vegnum og nógvu bilarnir, sum vóru á veg norðureftir, máttu næstan laga seg eftir hvørjum øðrum - og eftir fólki, sum vóru til gongu.
Hesa løtuna gekk øll ferðslan í Klaksvík norður gjøgnum býin og norður í Ánir.
Skipað varð fyri stórum hátíðarhaldi, bæði við hornatónleiki og sangi, sum sangbólkurin Suð syrgdi fyri.
Tá borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, hevði hildið sína røðu, segði reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, sum var staddur umborð á nýbygninginum, nøkur orð.
Stór eyðmýkt
Reiðarin segði, at tað er við stórari eyðmýkt, at teir nú eru komnir á Klaksvík við hesum skipi.
- Hetta er ein stór verkætlan og gongst ikki, sum vit ynskja tað, kann skjótt ganga galið. Viðhvørt er náttúran kørg, og viðhvørt er hon gávumild. Gamalt er, at eingin røkkur longur enn út á stokkin. Vit halda okkum vita nógv, men mangan standa vit spyrjandi og síggja, hvussu lítið vit í veruleikanum vistu.
Í røðu síni vísti Kristian Martin á, hvussu umráðandi tað er, at vit gagnnýta tilfeingið, sum Skaparin gevur okkum, so væl sum tilber.
- Vit vænta, at vit við hesum skipi kunnu heysta rættari, enn vit hava gjørt.
Reiðarin segði, at svartkjaftastovnurin er nærum kollapsaður, síðan teir skrivaðu undir byggisáttmálan um nýggju Norðborg.
Hann segði, at tíðin í dag minnir ikki sørt um tíðina í 1975, tá pápi hansara segði, at tað ikki altíð gongur, sum spádómarnir siga.
- Vit velja tí at siga sum pápi, at tað ikki er vist, at døpru spádómarnir fara at halda.
Kristian Martin Rasmussen segði, at hann og synir hansara hava gott mót upp á hesa stóru verkætlan, og at teir fara til verka við góðum treysti.
Nógvar tøkkir
- Henda verkætlan byrjaði seinast í 2005, og eg vil ikki minst takka synum mínum fyri, at teir hava verið so ágrýtnir og hava lagt so nógva orku í hetta arbeiði.
Reiðarin takkaði eisini øllum teimum fólkum, sum hava verið við til at gera verkætlanina møguliga og segði, at uttan góðar ráðgevarar og onnur góð fólk bæði innanfyri og uttanfyri felagið hevði verkætlanin ikki verið møgulig.
- Tað er tí við stórari eyðmýkt, at vit nú eru komin so langt, at skipið í dag liggur á Klaksvík, segði Kristian Martin Rasmussen.