- Vit fara ikki lesa til pedagog !


Magnus og Poul Jacob ganga báðir í 10. flokki í Klaksvík, og saman við hinum floksfeløgunum hava teir í tvær vikur verið í starvsvenjing. Felags fyri hesar báðar er, at teir hava valt sær eitt heldur øðrvísi starvspláss, enn dreingir vanliga plaga at gera

Klaksvík:
Magnus Mikkelsen og Poul Jacob Poulsen hava í tvær vikur rokast millum børn í starvsvenjingartíð teirra.
Vinirnir báðir høvdu hug at royna okkurt øðrvísi, nú teir fingu møguleikan til tað, og tí valdi teir at fara at arbeiða millum børn. Hóast teir royndi at sleppa í sama stað, so eydnaðist hetta tó ikki.
Sosialurin hevur hitt teir báðar til eitt lítið prát, har vit millum annað spurdu, hvussu teir trívast millum øll hesi børnini.

Magnus Mikkelsen, 17 ára gamal
Er í starvsvenjing í frítíðarskúlanum Sornhúsinum
- Eg havi roynt alt uttan at vera til skips og at arbeiða millum børn. At fara til skips verður tað síðsta, eg nakrantíð geri, og so var bert at fara í gongd við børnini.
Meðan vit tosa við Magnus, standa fleiri 7 ára gamlar gentur rundan um hann. Tær práta og fnisa, og væl sást, at Magnus er væl dámdur teirra millum.
- Jú, hetta er ordiliga stuttligt. Genturnar eru forliptar, og dreingirnir eru glaðir fyri at hava fingið onkran at spæla bólt við, sigur Magnus.
Magnus fortelur eisini, at vinirnir høvdu hug at flenna eitt sindur, tá hann segði teimum, at hann skuldi í starvsvenjing í einum frítíðarskúla. Sjálvur heldur hann, at tað er eitt sindur øðrvísi at arbeiða millum børn, men hann hugnar sær.
- Eg havi verið úti við teimum, og so hava vit spælt nógv.
Men hóast hann hugnar sær, so hevur hann ongar ætlanir um at fara at lesa til pedagog.
- Nei, tað er eitt sindur for strævið, sigur hann.
Magnus sigur eisini, at hann gleðir seg ikki til at skula fara frá børnunum aftur.
- Eg hevði viljað, at starvsvenjingin var eitt sindur longri. Nú eri eg komin at kenna børnini, og eri vorðin góður við tey, so eg havi ongan hug at fara avstað aftur, sigur hann at enda.