Vit fara ikki á flog yvir tunnilin

Vinnulívið fer at spara nógva tíð og pengar, tá Eysturoyartunnilin stendir klárur, sigur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu, Artur Johansen. Hann er tó bangin fyri, at tað kann ganga útyvir lokala handilslívið, at tað er stutt til Havnar

Borgarstjórin í Sjóvar Kom­mu­­nu torir ikki at spáa um, um fleiri vinnur ella fleiri borg­arar flyta til kom­mun­una. "Vit taka tað róliga og halda tunguna mitt í munninum. Vit fara ikki í gongd við at fyrireika nak­að - tað er politikkur, so man veit aldrin. Men vit ha­va barna­garðar og skúl­ar og næsta ár stendur eisini eldra­sam­býlið klárt - so hava vit alla viftuna til teir borgar­ar, sum ynskja at flyta til kom­mun­una", sigur hann.

Kann ganga útyvir handilslívið
Eitt negativt árin av tunli­num kann verða, at tað verð­ur tungt hjá handils­lívi­num.
Tað verður lætt at koyra til Havnar at keypa klæðir og ann­að, og tað kann vera hart fyri handilslívið.
"Bankarnir steingja av­greiðsl­ur­nar og Bónus og aðrar handilsketur lata upp, so tað kann vera at teir smáu handlarnir doyggja, sig­ur borgarstjórin. Hann fegn­ast tó um, at tunnilin kem­ur - ser­liga við atliti til at vinnu­lív­ið kann spara peng­ar og tíð uppá flyting av fiski.
"Vinnan fer at spara nógv­ar pengar - tað verða flutt 2500 tons av fiski um árið eftir landsvegnum, bara frá Bakkafrost", sigur hann.

Gróti brúkast til at gera veg til Selatrað
Borgarstjórin fer at heita á Landsverk um at brúka grót­ið frá tunlinum til at gera veg til Selatraðar. "Øll kun­­nu ikki gera havnaløg, og vit vilja gjarna gera nakað ann­að. Skótarnir brúka nógv Selatrað. tey hava td. gjørt eitt upplivilsismiðstøð í gomlu smoltstøðini hjá Bakka­frost, sigur Artur Johan­sen.