Vit fara ikki at lata Løgtingið trumla okkum niður

Formaðurin í Starvsmannafelagnum ávarar staðiliga Løgtingið ímóti at leggja seg uppí arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnum og tvingar manningina á skipunum hjá Strandferðsluni aftur til arbeiðis

Arbeiðssteðgur og samferðsla

 Framferðin hjá landsstýrinum ímóti fakfeløgunum er óhugnaligt og heilt óhoyrt.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, er í øðini inn á landsstýrið tí tað hevur ætlað at leggja uppí arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðin og at tvinga manningina á strandfaraskipunum aftur til arbeiðis so at skipini sleppa í sigling.
Hann sigur, at tað, sum hendir, kennir ikki sín líka í allari teirri frælsu verðini. Hvat er hent í gamla Sovjettsamveldinum onkuntíð er ikki til at siga, men í fría heiminum er tað ikki komið fyri fyrr, at landsins stýri tekur verkfalsrættin frá einum einstakum bólki í einum felag, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Týskvøldið ávaraði hann somuleiðis staðiliga Løgtingið ímóti taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at tvinga fólkið hjá Strandferðsluni aftur til arbeiðis.
Men hendir tað kortini, lovar hann ilt!
 Halda politikarar, at vit fara at sita tigandi og hyggja at, ímeðan løgtingið trumlar okkum niður, skulu teir trúgva umaftur, tí hetta fara vit als ikki at góðtaka.
Hann sigur, at arbeiðssteðgurin hevur bara vart eina lítla viku enn, men metir landsstýrið, at samfelagslig virði eru í vanda er bara eitt at gera og tað er at koma aftur til samráðingarborðið.
 Men at landstýrið, við gamla arbeiðaraflokkinum, javnaðarflokkinum, á odda, ístaðin brúkar Løgtingið at knúsa fakfeløgini, er beinleiðis skelkandi.
Her er talan um eitt vanligt sáttmálaloysi og tað er ikki vanligt, at ymisk øki í landinum verða rakt, tá ið arbeiðssteðgir eru.
Gunnleivur Dalsgarð vil ikki siga nakað um, antin fakfeløgini fara at seta tiltøk í verk.
Men hann sigur, at her er talan um ágang út um alt mark og at Starvsmannafelagið hevur verið í sambandi við onnur fakfeløg, tí hetta er ein støða, sum feløgini ikki kunnu góðtaka undir nøkrum umstøðum.
 Og hvat fer at henda, er ikki til at siga nú, men hetta er ikki ein støða, sum vit fara at góðtaka.
 Vit góðtaka ikki, at landsstýrið einaferð enn brúkar lóggávuvaldið til at knúsa fakfeløgini, tað skulu politikararnir verða púra vísir í, sigur Gunnleivur Dalsgarð.