– Vit fara ikki at jagstra fólk, vit fara at hjálpa fólki

Listafólk kunnu eisini fáa endurgjald fyri mista inntøku, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum

Listafólk og tónleikarar kunnu fáa endurgjald ta inntøku, tey hava mist orsakað av COVID-19. Men fyri at fáa endurgjald skulu tey kunna skjalprógva, at tey hava mist inntøku orsakað av korona-støðuni.

– Tey skulu leggja tøl á borðið og kunna vísa, at ein framsýning er útsett, ella at eitt arbeiðið er avlýst. Tað er tað sama, sum mann ger aðrastaðni, bæði tey sum fáa úr ALS-skipanini og tey virki, sum fáa úr Hjálparpakka 2, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Orsøkin til, at tað skal skjalprógvast er, so at skipanin ikki verður misbrúkt. 

– Eingin fær nakað, uttan at mann kann skjalprógva, at mann hevur mist, sigur Jenis av Rana og ger greitt, at skipanin er sett í verk fyri at hjálpa teimum, ið fáast við kreativt virksemi.

– Vit fara ikki at jagstra fólk, vit fara at hjálpa fólki, sigur hann. 

Mentamálaráðharrin kemur við nøkrum dømum um, hvat eitt gott skjalprógv er.

– Tey, sum syngja og spæla umborð á Norrønu, kunnu vísa á, at hetta var eitt arbeiðið, tey plagdu at hava um hesa tíðina, men orsakað av korona hava tey ikki havt nakrar uppgávur umborð.

– Listafólk kunnu eisini vísa á, at tey plaga at hava eina framsýning um hetta mundið, men í ár hevur eingin framsýning verið orsakað av korona. So kann mann vísa á, hvussu nógv mann seldi í fjør um hesa tíðina.

Skattauppgerðin frá í fjør er ein máti at skjalprógva, at mann hevur munandi minni inntøku í ár enn í fjør.

– Mann kann vísa á skjølini frá skattauppgerðini í fjør, so mann sær, hvar og hvat mann tjenti í fjør, sigur Jenis av Rana.