Vit fara at tosa við Føroya Tele

Bjarni Djurholm heldur ætlanina hjá Finn Helmer vera so áhugaverda, at hon ikki bara kann fara aftur við borðinum, og tí fer hann í næstum at tosa við Føroya Tele um málið

Eins og Føroya Tele var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, á einum fundi saman við Finn Helmer, tá hann vitjaði her í summar.
- Vit høvdu ein sera áhugaverdan fund og Finn Helmer hevði eitt ógvuliga spennandi upplegg, um hansara 10 gibabitnet ætlanir.
- Tankin aftanfyri 10 gigabitnetið er sera spennandi og tiltalandi, og hugskotið er rættiliga serstakt, heldur Bjarni Djurholm, sum eisini sigur, at talan er um eina so spennandi ætlan, sum ikki kann fara aftur við borðinum uttan at verða tikin upp og viðgjørd.
Kortini er tað hansara meting, at tað er lítið sannlíkt, at landið sjálvt fer inn í eina verkætlan sum hesa.
- Her er so nógv annað virksemi í gongd, so sum skúlar, tunlar, sjúkrahús og so framvegis, men ein møguleiki kundi verið, at Føroya Tele, sum landið eigur ein part av, fer inn í eina slíka verkætlan sum hesa, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Spurdur beinleiðis um, hvat hansara næsta stig verður, er svarið hetta:
- Næsta stig okkara verður so at samskifta við Føroya Tele, tí her er ein rúgva at taka upp og sum vit mugu fáa greiði á, sigur Bjarni Djurholm at enda.