- Eru nakrir møguleikar fyri at steðga hesum ørskapinum, fara vit sjálvandi at brúka teir møguleikarnar.
Tað staðfestir Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Og tað, hann meinar við, tá ið hann tosar um ørskap, er at eitt tað síðsta Løgtingið samtykti, áðrenn tað fór í summarfrí, var at loyva samkyndum at giftast.
Uppskotið skal tó bæði til viðgerar í Fólkatinginum, og einaferð afturat í Løgtinginum, áðrenn tað kann verða sett í gildi, so samkynd mugu brynja seg við toli nakað enn.
Men stendur tað til Bill Justinussen og Miðflokkin, fer tað ongantíð at koma hartil, at samkynd fáa loyvi at giftast. Og hann sigur, at Miðflokkurin fer at stríðast ímóti hesum heilt til endans.
Hann sigur, at enn er hann ikki heilt greiður yvir, hvørji stig, Miðflokkurin fer at taka. Men hann vísir á, at eitt, nógv varð tosað um undir viðgerðini, varð at hava fólkaatkvøðu um málið, men tað vildi samgongan ikki.
Hann leggur afturat, at ið nýtt tingár byrjar á ólavsøku, fer Miðflokkurin tískil at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at fólkaatkvøða skal vera í Føroyum um samkynd hjúnaløg skulu vera loyvd ella ikki.
Hann heldur eisini, at Løgtingið kann illa sleppa undan at samtykkja uppskotið. Serliga hongir hann seg í, tey "fantastisku lyftini" Høgni Hoydal hevur givið alment um, at vil ein triðingur av Løgtinginum, ella 11 tingfólk, hava eitt mál til fólkaatkvøðu, skal tað vera gjørt.
Bill Justinussen ivast ikki í, at Høgni Hoydal meinar tað av fullum huga, tí hetta er eitt mál, hann hevur arbeitt við leingi, og enntá hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta, sigur hann.
Herfyri nágreinaði Høgni Hoydal fyri okkum, at sjálvandi fór hann ikki at tosa um fólkaatkvøðu, tá ið tað snýr seg um hjúnabandslógina, ella tá ið tað snýr seg um skatt og avgjøld.
Og hann vil so yvirhøvur ikki tosa um fólkaatkvøðu, tá ið taðan er talan er um ein partapolitiskan leik sigur.
- Tá ið hann setti lyftið fram, vórðu ongi undantøk nevnd. Men meinar hann einki við tað, hann hevur lovað, eigur hann at boða almenninginum frá tí, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Fleiri politikarar hava staðfest, at hetta er ein spurningur um mannarættindi og tað er sostatt ikki ein spurningur, sum tað er hóskandi at hava fólkaatkvøðu um.
Men Bill Justinussen vísir á, at fleiri lond hava havt, og fara at hava fólkaatkvøðu um hetta mál. Talan er eisini um samfeløg við framkomnum fólkaræði, eitt nú í Norðurírland, Avstralia, Karlifornia í USA. Í Kalifornia hava samkynd havt loyvi at giftast, men tann lógin varð avtikin við eini fólkaatkvøðu.
- So tað er burturvið at siga, at hetta er ikki eitt mál, sum tað er hóskandi at hava fólkaatkvøðu um, sigur Bill Justinussen.
Samgongan er eisini samd í, at tað er rætt at spyrja fólkið, tí tey vísa javnan til eina gallupkanning har meiriluti er fyri at loyva samkyndum hjúnalagi.
- Men skal fólki spyrjast, hví so ikki gera tað ordiligt og ikki bara við eini gallupkanning. Tí er ringt at síggja, hvussu samgongan kann atkvøða ímóti eini fólkaatkvøðu, staðfestir Bill Justinussen.
Annars hevur hann áður staðfest, at skuldi meiriluti verið á eini fólkaatkvøðu fyri at loyva samkyndum at giftast, fer hann ikki at atkvøða fyri tí kortini.
- Tað fari eg ikki, tí tað er ein spurningur, sum grundleggjandi stríður ímóti míni sannføring. Um so øll verðin atkvøður fyri samkyndum hjúnalagi, fari eg aldrin at góðtaka tað kortini, sigur Bill Justinussen.
- Men verður meiriluti fyri uppskotinum, hava tey løgtingsfólk, sum taka undir við tí, í hvussu so er heimild fyri tí í fólkinum. Men er meiriluti ímóti, hava tey tað ikki, og so verður tað vátta, at tað er skeivt, tá ið tey tvíhalda um, at meiriluti av føroyingum tekur undir við tí, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.