- Vit fara at leypa á

Í kvøld kl.19 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í EM-undankappingini. Dysturin verður spældur kl.19.00 á Ovara Vølli í Gundadali. Bill McLeod Jacobsen, sum er annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, sigur, at hann ætlar sær stig, og at teir ætla sær at leypa á.

 

- Vit fara at gera tað, sum hava roynt at gera hvønn dyst, og tað er at fyrsta korterið leypa á við øllum tí, sum vit eiga. Vit fara at royna at koma niðan á vøllin at trýsta teir. Onkuntíð hava vit fingið okkurt burturúr og onkuntíð ikki, men oftast kemur tað óvart á hini liðini, at vit tora somikið væl at leypa á. Vanliga klárar eingin alt halda eitt trýst nakað serliga leingi, so aftaná eitt korter detta vit kanska longri aftur, men tað er náttúrligt, sigur Bill, sum tó hevur eina plan B tøka.

 

- Vit royna so at bylgja og flyta spælið fram á vøllin, leggja okkum aftur og royna at spæla umstilling og mótálop. Vit gera soleiðis, sum vit gjørdu ímóti Makedonia og Serbia, og tað vænti eg, at danir eru fyrireikaðir uppá. Teir síggja sjálvandi eisini sjónbandaupptøkur av okkum, soleiðis sum eisini síggja av teimum. Vit hava fyrireikað okkum til tað spælið, sum teir spæla, vissar Bill McLeod Jacobsen.

 

Rás2 sigur frá dystinum. Byrja verður at senda longu klokkan 17.30 og sjálvur dysturin byrjar klokkan 19.00. Tróndur Arge sigur frá og Jákup á Borg verður viðmerkjari.