Vit fara at eta ráan fisk saman

20 mai fara navnfræmir kokkar runt landið at borðreiða við ymiskum leskiligum til øll at royna. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum skipar fyri einum átaki, sum tey kalla “etið saman”. Møguleiki er fyri, at fólk koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin verður gjørdur og royndarsmakka rættirnar.

 

 

Í Klaksvík eru tað Jóhanna á Tjaldrarfløtti og Joan Sivertsen, sum fara at gera matin uttan fyri Gamla Seglhúsið. Jóhanna á Tjaldrarfløtti greiðir frá, at ætlanin er at boreiða við merineraðum, ráaum fiski og øðrvísi tilgjørdan makren upp á nekkbreyð við grønari majonesu. Eisini verur grøn súpan og okkurt úr rabarbum at fáa.

 

 

Jóhanna á Tjaldrarfløtti heldur, at tað er umráðandi at varpa ljós á týdningin av at eta saman.

 

 

-Tað er umráðandi, at vit eru savnaði, til staðar og sansa tað sum er rundan um okkum – hvørt tað er matur, prát ella samvera, sigur hon.

 

 

Hetta er ein møguleiki at taka evnið upp, so familjurnar hugsa um týdningin av at vera saman, leggur hon afturat.