– Vit fáa nógva umrøðu

Alsamt fleiri útlendskir fjølmiðlar geva Føroyum ans sum ferðamál, og eftir trimum árum er talið á fjølmiðlafólkum, ið umrøða Føroyar, trífaldað.

Alsamt fleiri útlendskir fjølmiðlar geva Føroyum ans sum ferðamál, og eftir trimum árum er talið á fjølmiðlafólkum, ið umrøða Føroyar, trífaldað.

Í ár hava 155 fjølmiðlafólk givið Føroyum sum ferðamáli nógva umrøðu, og greinar um Føroyar kunnu lesast í fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum, so sum The Guardian, Vanity Fair, CNN og die Welt.

Samanborið við í fjør og fyrraárið, tá ávikavist 100 og 50 fjølmiðlafólk vitjaðu, kann ikki sigast annað, enn at áhugin millum fjølmiðlar at vitja og skriva um Føroyar er vaksandi, og serliga eru tað fjølmiðlafólk úr Norðurlondum, Bretlandi og Týsklandi, sum vitja og skriva um Føroyar.

Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands letur væl at umrøðuni, Føroyar í útlendskum miðlum fáa sum ferðamál.

Hoyr samrøðu við hana við at trýsta á pílin undir myndini.