Vit fáa ikki hvít jól í ár

Hann verður lágur, og hitin fer at liggja um 5-6 stig. Tí eru ongar vánir fyri, at vit fáa hvít jól í ár.

 

Sambært nosrka veðurstovninum yr.no, so verður regn og keðiligt veður jólaaftan.

 

Dagurin byrjar við hvøssum vindi av útsynningi, sum seinni snarar í landssynning fyri aftur at snara í útsynning. Tað verður nógvur vindur. Um dagin hvassur vindur og frískur vindur og út á kvøldið hvassur stormur.

 

Tað fer at regna allan dagin, og hitin verður um 5-6 stig.