Vit fáa helst El Niño aftur í ár

Í 1997 kostaði El Niño umleið 20.000 mannalív. Nógv bendir á, at tað kemur aftur í ár, og at tað verður líka umfatandi ella ógvusligt sum tá.

Flestu veðurfrøðingar og veðurstovnar tykjast vera á einum máli um, at 2014 verður eitt El Niño-ár. Fyrr í vikuni kunngjørdi amerikanski veðurstovnurin NOAA, at sannlíkindini fyri, at fyribrigdið fer at gera vart við seg í ár, eru oman fyri 50 prosent.

 

Samstundis ávara veðurfrøðingar um, at ársins El Niño verður kanska líka umfatandi sum í 1997-98. Ta ferðina lótu umleið 20.000 fólk lív í ódnarveðri víða um heimin, og serfrøðingar hava mett, at ódnarveðrið gjørdi materiellan skaða fyri einar 600 milliardir krónur.

 

-Tað er sannlíkt, at El Niño kemur í ár, og tær mátingar, sum vit hava, benda á, at tað kann blíva líka ógvusligt sum í 1997, sigur granskarin Arne Melsom, sum arbeiðir á norsku veðurstovuni, við norska kringvarpið NRK.

 

El Niño tekur seg upp, tá lýggjur sjógvur rekur úr eystara parti av Kyrrahavinum inn ímóti suðuramerikonsku strondini. Hetta elvir til stórar broytingar í veðurlagnum sunnan fyri ekvator. Ein avleiðing kann verða, at monsunregnið í Landssynningsasia, India og Avstralia verður minni enn vanligt, og so verður turkur nógvastaðni ístaðin fyri. Fram við kyrrahavsstrondini í Suðuramerika regnar tað harafturímóti munandi meiri enn vanligt, og tað nógva regnið elvir ofta til vatnflóð og skriðulop.

 

Ein onnur avleiðing er, at fiskiskapurin fram við suðuramerikonsku vesturstrondini minkar burtur i einki, tí passatvindurin steðgar. Undir vanligum umstøðum trýstir vindurin nógva føði upp í sjógvin, og tá hon ikki kemur, hvøvur fiskurin.