Sea Shepherd ætlar sær aftur til Føroya í summar. Tað hevur felagsskapurin kunngjørt. Tey siga, at tey eru farin undir fyrireikingarnar til at koma til Føroyar at mótmæla grindadrápi og springaradrápi.
Og í løtuni eru tey í ferð við at samla ein bólk av fólki, sum skal sendast til Føroyar. Tey vilja hava fólk við ymsum førleikum, bæði fólki, sum duga at taka upp á video, fólki, sum duga at taka myndir, mekanikarar og fjølmiðlafólk.
Tey siga, at nú vit eru farin inn í 2023, eru tey til reiðar at halda fram við at leggja trýst á føroyingar fyri at fáa okkum at gevast at drepa grind.
Og tey leggja dent á, at tey fara ikki at geva skarvin yvir - men samstundis eru tey eisini fyrireikað seg upp á, at tað tekur eitt langt áramálið at broyta eina mentan. Men tey eru tolin og ætla at verða verandi til tey hava vunnið, siga tey.
Øll tey fyrstu árini, Sea Shepherd var her, vóru tey her við skipum og gummibátum og royndi at leggja upp í grindadráp.
Men nú er lógin herd, so at skip frá Sea Shepherd kunnu vísast burtur, koma tey inn í føroysk sjóøki. Tískil hevur felagsskapurin skift arbeiðshátt, so nú senda tey fólk higar sum vanlig ferðafólk, men so ganga tey runt og taka myndir og video av grindadrápi.
Tey ganga ímillum grindamenn og taka upp á video, og tey eru so ágangandim sum til ber fyri at fáa grindamenn at leypa fram av, tí tað er akkurát bensin á bálið hjá teimum.
Grindamannafelagið hevur fleiri ferðir staðiliga á grindamenn um ikki at lata seg provokera, men at vera sinniligir fyri at geva Sea Shepherd fólkunum sum minst.