Vit fáa ongi føroysk veðurtíðindi í ár

Tað er ikki rætt at gera broytingar mitt í einum ári, heldur samgongan

Tað verður heldur ikki í ár, at vit fáa eina føroyska veðurtænastu. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at hækka játtanina til endamálið tríggjar milliónir krónur, so at vit kunnu fáa ein føroyskan veðurstovn.

Tjóðveldið mælir til, at Veðurstovnur Føroya verður lagdur í Klaksvík í samstarvi við Trygdarmiðstøðina og Klaksvíkar Sjómansskúla, og at ein veðurfrøðingur verður settur við flogvøllin í Vágum.

Veðurtænastan varð annars yvirtikin til Føroya í 2009, men kortini hava vit enn onga veðurtænastu í Føroyum.

Veðurtænastan er nú ein partur av Vørn og hon kostar fimm milliónir um árið. Og av tí, at vit ongan veðurfrøðing hava í Føroyum, verða veðurtíðindini framvegis keypt frá danska veðurstovninum, DMI. Tað kostar 1,9 milliónir um árið.

Umframt at keypa veðurforsagnir frá DMI, verður játtanin at lesa veðurforsagnirnar á telefonsvarara fýra ferðir um samdøgurið og til at umsita veðurstøðirnar í Akrabergi, í Mykinesi, í Fugloy, á Borðuni, á Eiði og í Havn.

Ein arbeiðsbólkur hevur annars latið landsstýrinum eina frágreiðing um, landsstýrinum, hvussu ein nøktandi veðurtænasta kann fáast í Føroyum, og tað var hetta, at Tjóðveldi ætlaði, at tær tríggjar milliónirnar skuldu brúkast til.

Men samgongan heldur ikki, at tað er rætt at broyta nakað mitt í einum ári, men vil samgongan menna hetta øki, eigur hetta at verða tikið upp í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hinvegin heldur andstøðan, at álítandi veðurtíðindi hava avgerandi týdning fyri at skapa tryggleika í Føroyum.

Tey vísa á, at verða átta milliónir settar av til endamálið, eru vit komin væl á veg at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu við fleiri veðurfrøðingum og við betri, og meira álítandi, veðurforsøgnum fyri Føroyar.

Sostatt eru tað tríggjar milliónir, sum mangla í og andstøðan mælir til, at tær verða játtaðar, so vit koma á mál.