Tað var ein ógvuliga vónbrotin Jónstein Petersen, ið vit fingu orðið á eftir dystin móti fuglfirðingum. Jónstein var als ikki nøgdur við avrikið hjá NSÍ, og hann segði, at NSÍ als ikki fær glið á spælið hjá sær. Vit hava alt ov nógvar feilavleveringar, segði Jónstein og legði afturat, at tað ongantíð eydnaðist hjá teimum at koma upp í gear. Hetta sást eisini aftur, helt Jónstein, tí NSÍ hevði alt ov trupult við at skapa nakrar málmøguleikar.
Jónstein Petersen heldur, at um NSÍ skal hava nakran møguleika at gera nakað við GÍ, nú liðini hittast í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið komandi vikuskifti, so noyðist NSÍ at sýna størri stríðsvilja og fáa glið á spælið hjá sær.
tn