Víkingur spældi í dag finalu í Klaksvíkskappingini ímóti B36, sum teir taptu uppá brotssparkskapping.
Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, er tó væl nøgdur við tað, sum hann sá frá við liðnum hjá sær í árligu Klaksvíkskappingini. Í samrøðu aftaná dystin segði hann, at nógv av tí ið teir ætlaðu í gjár eydnaðist væl, meðan tað eisini til tíðir eydnaðist væl í dag.
Í samrøðuni sigur hann eisini, at Víkinga liðið er har sum tað eigur at vera, og at tær komandi tvær vikurnar vera brúktar til at fínpussa tað seinasta, soleiðis at liðið er heilt klárt at møta Skála í fyrsta umfari.
Til ber at hoyra samrøðuna við at hyggja eftir videobrotinum omanfyri.