- Vit eru uppsettir og fara at geva alt

Føroyska U19-landsliðið spælir avgerandi dyst í European Open í dag. Vit hava tosað við liðskiparan.

Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti luttekur í løtuni í European Open-kappingini, sum verður leikt í Gøteborg. Aftaná ein sigur og eitt tap ímóti ávíkavist Kekkia og Russlandi í gjár spælir føroyska liðið síðsta og avgerandi bólkadystin ímóti Hollandi í dag. 

 

Ein av profilunum á føroyska liðnum er 19 ára gamli strikuspælarin Helgi Hildarson Hoydal, sum til dagliga spælir við H71. Helgi er eisini liðformaður á føroyska liðnum.

 

Spurdur um, hvussu nøgdur hann var við fyrstu tveir dystirnar í kappingini, hevði Helgi hetta at siga:

 

-  Vit spældu væl í fyrsta dystinum ímóti Kekkia. Vit vóru frammanfyri allan dystin og vunnu. Tað var eitt úrslit yvir allar vónir, tí at vit høvdu ikki væntað at vunnið. Dysturin ímóti Russlandi var tó væl harðari. Kropsliga vóru teir nógv betri enn vit, og tað gjørdist sjálvandi eisini sera tungt, tí at vit longu høvdu spælt ein dyst fyrr á degnum, sigur Helgi Hildarson Hoydal við in.fo

 

Klokkan 14 í dag (føroyska tíð) skal føroyska liðið spæla seinasta og avgerandi bólkadystin ímóti Hollandi. Júst sum Føroyar hevur Holland vunnið ímóti Kekkia og tapt ímóti Russlandi, og tí verður tað vinnarin av hesum dystinum, sum saman við Russlandi kemur víðari og verður ímillum átta tey bestu liðini í kappingini, sum telur 16 lið.

 

- Russland vann tepurt á Hollandi, so tað er eitt tekin um, at vit skulu spæla ímóti einum góðum liði í dag. Tó sóu vit Holland spæla ímóti Kekkia, og tá sóu vit veikleikar hjá teimum, ið vit skulu gagnnýta til okkara fyrimun. Vit eru uppsettir og fara inn og geva alt tað, ið vit eiga, sigur Helgi Hildarson Hoydal at enda.