Vit eru til reiðar at gera neyðugar semjur

Sum útlitini eru, fara vit ikki at taka partapolitiskan vinning fram um tær semjur, sum samfelagnum tørvar

Leiðslan í samgonguni er farnu vikurnar komin við hesum fráboðanum:

Tingið skal kallast saman í juni at viðgerða djúptøkin átøk í sambandi við búskaparkreppuna.

Breiðar semjur skulu gerast á tingi um tey inntriv, sum fremjast skulu.

Málið er at fíggjarlógin skal javnviga um 3 til 5 ár.

Føroyar skulu vera við í teirri veðurlagsavtalu, sum væntandi verður gjørd í Keypmannahavn í vetur. (Hetta merkir, at oljunýtslan í Føroyum skal minkast við út ímóti eini helvt!).

Til tess at røkka hesum málum skulu "heilagar kýr slaktast", "kamelar slúkast" og møguliga skal okkurt slag av "undantaksstøðu" setast í gildi.

Hetta eru ikki hissini útmeldingar. ? Men samstundis má ein staðfesta, at politikkurin hjá samgonguni ikki á nakran hátt er í samsvari við hennara egnu fráboðanir. ? At nartla burturav veitingunum til samfelagsins veikastu bólkar, kann illa kallast politikkur yvirhøvur. ? Sama kann sigast um ein íløgupolitikk, sum sjálvt samgongulimir siga vera órealistiskan. ? Tí má kravið verða, at tá tingið verður kallað saman í juni, fer landsstýrið at leggja fram ein politikk, sum kann gera, at samsvar verður millum orð og gerð. ? Í Tjóðveldinum vænta vit eisini at verða boðin til opnar samráðingar um henda politikk, áðrenn tingið verður kallað saman. ? Og fáa vit ávirkan, eru vit sinnað at taka ópopuler, men neyðug tøk - hóast vit sita í andstøðu. ? Sum útlitini eru, fara vit ikki at taka partapolitiskan vinning fram um tær semjur, sum samfelagnum tørvar. Tí hava vit eisini boðað frá eini røð av neyðugum inntrivum, sum vit eru sinnað at leggja rygg til. ? Men fyrsta stigið má vera, at landsstýrið kallar inn til tær lovaðu samráðingarnar, soleiðis at tingið í juni kann leggja kreppupolitikkin í fastar karmar. At lata alt samfelagið bíða longur eftir politisku skipanini, er ikki ráðiligt. ? Ella er tað veruliga so galið, at landsstýrisins bombastisku fráboðanir ikki eru annað enn... bombastiskar fráboðanir? At eingin politikkur finst yvirhøvur?