Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur seinnapartin lýst verkbann, sum hevur við sær, at allir kommunalir stovnar lata aftur hósdagin. Hetta stigið hava kommunurnar tikið, eftir at Føroya Pedagogfelag leygardagin lýsti verkfall at byrja í morginári.
Jógvan Philbow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at tey vóru greið yvir, at verkbann var ein møguleiki, og at hetta kortini einki broytir.
Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur tað vera eina áhugaverda støðu, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur tikið.
- Í sáttmálasamráðingunum varð ført fram, at leiðslurnar á stovnunum hava ikki so stóran týdning. Tí kann ein undrast á, at stovnarnir nú ikki kunnu hava opið uttan leiðararnar, sigur Jógvan Philbrow.
Les eisini: Verkbann: Verða send heim uttan løn










