At Statoil saman við øðrum loyvishavarum ger eitt so stórt leitiátak í einum í føroyskum øki, sum talan er um í ár, kyndir eisini undir vónirnar hjá Johan Dahl, vinnumálaráðharra, um, at hesaferð fer tað at eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum.
Í næsta mánaða fer norska felagið saman við oljufeløgunum Atlantic Petroleum, ExxonMobil, Dong og OMV undir aftur boringina Brugdan II, sum var sett á pausu á hesysti 2012, og í summar ger felagið saman við Dong og OMV eina boring í økinum Súlan-Stelkur skamt at bretska markinum og ikki langt frá oljukeldum bretsku megin markið.
Góð data
- Eg havi varhugan av, at tað eru góð data, sum nú liggja á borðinum, so eg vóni sjálvsagt, at okkurt spyrst burtur úr hesaferð, sigur Johan Dahl.
Politiska skipanin hevur í seinastuni fingið ákoyringar frá fleiri síðum fyri at vera passiv og ófyrireikað, um tað skuldi eydnast at rakt við olju ella gass í ár. Men hesum vísir Johan Dahl aftur.
- Eg veit ikki, hvussu nógv betri vit kunnu fyrireika okkum. Lóggávan er púra greið og hevur verið tað leingi, sigur Johan Dahl.
- Um so verður, at kolvetni verða funnin í rakstrarverdum nøgdum, er tað trupult at siga frammanundan, júst hvussu gongdin so fer at verða. Tað veldst um so nógv – um tað er olja ella gass, hvussu stórur finningurin er, og nær teir finna nakað. Tað kann ganga lang tíð, frá tí at rakt verður við olju ella gass, til framleiðsla fer í gongd. Vit sóu til dømis, at olja varð funnin í Clair-oljuleiðini ikki langt frá markinum til Bretlands í 1977, men framleiðslan byrjaði ikki fyrr enn í 2005, sigur hann.
Tað er álagt feløgunum, ið standa fyri boringunum, at tryggja tilbúgving á staðnum, um ein vanlukka skuldi hent. Harumframt hava tey avtalur sínámillum um tilbúgvingarútgerð tvørtur um landamørk, um tørvur skuldi verðið á tí.
- Verður tað so, at vit koma at hava framleiðslu á føroyskum øki, verður helst neyðugt, at vit sjálvi eisini verða betri tílbúgvin, ásannar Johan Dahl tó.
Áseting í lagi
Hóast Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, aðra staðir í blaðnum finst at kravinum í oljulóggávuni um, at allur flutningur og útgerð skal um føroyskan kajkant, so verjir vinnumálaráðharrin hesa áseting.
- Oljuleitingarnar hava higartil samanlagt givið landskassanum inntøkur oman fyri 225 milliónir krónur frá útlendskum persónum og feløgum, ikki minst takkað verið hasi ásetingini. Umframt hetta hava føroyskar fyritøkur havt fitt av inntøkum orsakað av hesi ásetingini. Hon økir eisini møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at sleppa upp í part, tí tað kann vera virðismikið fyri tær at kunna vísa á royndir úr oljuvinnuni, tá tær skulu uttanlands at kappast.
- Vit eru noydd at fyrihalda okkum skilagott til oljuvinnuna og fáa tað burtur úr henni, sum yvirhøvur ber til. Vit krevja vørur og tænastur um føroyskan kajkant og krevja, at samtøkini, ið bora, hava heimstað og gjalda skatt her. Hinvegin fer hetta helst at krevja, at vit lata okkara arbeiðsmarknað meira upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, um vit finna olju. Øll hesi atlit og fyrilit skulu takast, men eg haldi, at vit eru væl fyrireikað, sigur Johan Dahl.
Inntøkurnar
Um rakt verður við olju ella gass í føroysku undirgrundini, ásetir kolvetnisskattalógin, at framleiðandi feløgini skulu gjalda ein avkastskatt, sum kann verða upp í 57 prosent, alt eftir hvussu stórt avkastið er. Íroknað hetta er eitt framleiðslugjald – royalty – á tvey prosent – tað er tvey prosent av virðinum av framleiðsluni, sama hvat avkastið er.
Føroyskur kajkantur
Ásetingin um, at øll veitingin í sambandi við oljuvinnuna skal um føroyskan kajkant, stendur í grein 11 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi:
§ 11. Í loyvum eftir § 6, skal verða ásett, at allur flutningur av útgerð og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll. Stk. 2. Landsstýrið kann í serligum førum, gera undantak frá ásetingini í stk. 1.