- Vit eru útihýstir úr Føroyahúsinum

- Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at vit fegnir vilja selja øl í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men við tað at alment lønti leiðarin har, Martin Fjallstein, er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjóri í Danmark, sleppa vit ikki inn, sigur annar eigarin á Restorff´s Bryggjaríi, Johan Mortensen

Annar eigarin á Restorff´s Bryggjaríi, Johan Mortensen, er ikki fegin um viðferðina, fyritøka hansara hevur fingið frá leiðaranum í alment rikna Føroyahúsinum í Keypmannahavn, sum er ein miðdepil fyri føroyskar útisetar í Danmark.

Inhabilitetur
Martin Fjallstein er alment løntur leiðari í Føroyahúsinum, og sambært Johan Mortensen er hann eisini privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjóri. Tað vil sambært honum siga, at hann hevur fingið loyvi at vera innflytari hjá Føroya Bjóri, og at hann selur teirra øl fyri egna rokning og egnan vinning í Danmark.
Johan Mortensen sigur, at teir meiri enn einaferð hava gjørt vart við og spurt seg fyri, hví Restorff´s øl ikki verður selt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men bert øl frá Føroya Bjóri.
- Higartil hevur Martin Fjallstein sagt, at teir hava gjørt eina roynd at selja okkara øl, men at tað ikki hevur eydnast serliga væl, tí áhugin hevur verið so lítil millum gestirnar. Men hetta er ikki satt. Veruliga orsøkin er, at Johan Fjallstein er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjóri í Danmark, sigur ein heldur bersøgin Johan Mortensen.
Hann heldur, at Martin fjallstein verjir og hevur givið Føroya Bjóri eksklusivitet í almenna Føroyahúsinum, og at talan er um órættvíst business. Hetta heldur Johan ikki vera rætt.
- Føroyahúsið er alment rikið og er á fíggjarlógini. Sjálvandi eru nakrar av inntøkukeldunum tiltøk í húsinum, men tá ein meiri ella minni alment løntur stjóri nýtir sessin til privat áhugamál, er okkurt heilt galið, sigur Johan Mortensen.
Leiðslan í Restorff´s Bryggjaríi er sera hørm um viðferðina, teir higartil hava fingið í Føroyahúsinum, og Johan heldur, at talan er um órættvísi, tá annað bryggjaríi ð hevur fingið durafjórðingin í Føroyahúsinum.

Áhugi fyri Restorff
Johan Mortensen sigur, at Martin Fjallstein hevur grundgivið hesum við, at áhugin hevur verið so lítil, tá Restorff´s øl hevur verið selt í Føroyahúsinum, og tað er orsøkin til, at bert Føroya Bjór í dag verður selt.
- Men hetta er ikki rætt. Vit sendu einaferð nakrar kassar niður í sambandi við onkra test, men ein verulig roynd er ongantíð gjørd at selja okkara øl. Høvdu vit fingið høvið at selja í Føroyahúsinum, hevði sølan heilt víst verið góð, ivast Johan Mortensen ikki í.
- Fleiri hava spurt okkum, hví okkara øl ikki verður selt í húsinum fyri útisetar, og áhugin er avgjørt til staðar, slær Johan fast. Hann sigur, at serliga millum útisetar er serliga Vargurin og Mungát væl umtókt.

Bryggjan selur bæði
Johan Mortensen vísir á, at tá Bryggjan í Keypmannahavn fyri stuttum læt upp, býtti leiðarin Trygvi Johansen søluna so kristiliga millum bæði bryggjaríini í Føroyum.
- Hetta er korrekti hátturin at reka alment virksemi til frama fyri heildina. Tí eru vit sera harmir um, at privat og peningalig áhugamál hjá einum persóni skulu forða okkum at selja útisetum okkara í Danmark øl, sigur Johan Mortensen. Spurdur, um fíggjarligi missurin er stórur orsakað av ongari sølu í Føroyahúsinum, er Johan greiður.
- Eingin søla er ov lítil, og vit eru glaðir fyri alt, vit fáa høvi at selja. Men tað er eins nógv ein prestiga at sleppa at selja í miðdeplinum fyri øllum útisetavirksemi í Danmark. Johan Mortensen kallar hetta einki minni enn alment svans, og vil hann undirstrika tað óreglusemi, sum fer fram á føroyska ølmarknaðinum.