Una Olsen var eitt stórt smíl, tá vit fingu orðið á hana eftir sigurin í triðja og avgerandi dystinum um meistaraheitið ímóti VB.
- Hetta er bara so gott. Vit vildu meir í dag, og eg haldi, at tær sóu sær ongan møguleika at vinna dystin í dag. Vit førdu nevniliga allan vegin, og eg haldi, at vit koyra tað rættiliga trygt heim.
Una helt heldur ongan iva vera um, at Stjørnan hevur verið besta liðið í ár.
- Ja, Stjørnan er tað besta liðið. Vit hava verið heldur óstøðugar í ár, men um vit spæla upp til okkara besta, so eru vit ringar at taka.










