- Vit eru til reiðar at bora Fámjinstunnilin

- Sleppa vit at gera arbeiðið, kemur tunnilin til Fámjins ígjøgnum longu næsta ár, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sum eigur lægsta boð upp á arbeiðið.

 

Tá lisitatión var í samband við Fámjinstunnilin hin 16. desember, átti J&K Petersen lægsta boð, sum var á slakar 155,5 miljónir krónur. Næst lægsta boð átti Articon, sum var á stívliga 157,6 miljónir krónur.

 

Tríggjar fyritøkur bjóðaðu upp á arbeiðið, og hægsta boð átti MT Højgaard, sum var á stívliga 218,7 miljónir krónur.

 

Landsverk er nú í holt við at gjøgnumganga tilboðini, og á stovninum vænta tey, at klárt verður at gera sáttmála fyrst í komandi ári. Gongur arbeiðið, sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri í 2024.

 

Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, vísir á, at fyritøkan hjá teimum hevur bjóðað upp á Fámjinstunnilin við NCC, sum undirveitara, og hann hevur áður sagt, at fær J&K Petersen arbeiði, verður NCC sum fer at bora.

 

- Tá Sandoyartunnilin verður liðugt boraður fyrst í komandi ári, eru vit til reiðar at bora Fámjinstunnilin. Í okkara uppleggi ætla vit í gongd við at bora í apríl, og sambært ætlanini verður tunnilin tá skotin ígjøgnum longu í november/ desember næsta ár.

 

Steinolvur Petersen vísir á, at sambært ætlanini hjá Landsverki verður tunnilin liðugur á sumri í 2024, men hetta kann saktans gerast upp á væl styttri tíð - um játtanin verður forskotin nakað.

 

- Vit bíða bara eftir, at samráðingar verða við Landsverk, og so vóna vit, at ein sáttmáli kemur upp á pláss sum skjótast. Hetta passar okkum sera væl, nú Sandoyartunnilin skjótt er liðugt boraður.

 

Steinolvur Petersen leggur aftrat, at jarðfrøðin í fjallinum, har tunnilin verður boraður, er serstøk og avbjóðandi, men hetta ræðir á ongan hátt J&K Petersen, sum hevur verið undirveitari hjá NCC í fleiri tunnilsverkætlanum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.