- Vit eru skelkað

- Hvat kunnu vit gera í hesi sváru tíð? Jú, vit kunnu gera tað, at vit standa saman – sum bygdarfólk. Vit kunnu standa saman sum familja, hugsa um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum í hesum so óveruliga, sum er hent, segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen

Klokkan 15.30 sunnudagin varð skipað fyri minningarløtu yvir Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi.
Tað vóru fólk í kommununi, sum tóku stig til løtuna, ið varð hildin á vegnum beint niðan fyri heimið hjá Pidda í Saltangará.
Longu klokkan 15.30 vóru nógv fólk komin at vera við til løtuna og so hvørt, sum næsti hálvi tímin gekk, rúgvaðist rættiliga upp niðri á vegnum.
Sjálv minningarløtan byrjaði um 16-tíðina, tá lagt varð fyri við sanginum hjá norðmanninum, Nordahl Grieg, ”Kringsatt av fiender...”. Vakurt ljómaði hesin sangur, sum familjan hjá Pidda hevði ynskt at hoyra, í kalda lotinum hendan seinnapartin.
Eftir sangin segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, nøkur orð.

Øll skelkað
- Vit hava valt at steðga á eina løtu sum hesa. Tað haldi eg er rætt, og tað er eisini gott. Vit eru øll skelkað - øll, sum eru her og alt Føroya fólk. Eg havi ikki orð fyri tí.
Magnus Rasmusen setti eisini spurningin, hvat vit kunnu gera í eini so svárari tíð sum hesari.
- Jú, vit kunnu gera tað, at vit standa saman – sum bygdarfólk. Vit kunnu standa saman sum familja, hugsa um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum í hesum so óveruliga, sum er hent. Vit kunnu eisini – sum ein sjálvsagdur lutur í hesum – venda okkum uppeftir til okkara himmalska faðir um stuðul í hesi sváru neyð, vit eru í.
Borgarstjórin segði, at í hesum døgum verður serliga hugsað um familjuna og um børnini.
- Vit standa saman við tykkum, vit stuðla tykkum, og í hesi sváru tíð eiga vit øll eisini at hjálpa hvørjum øðrum, segði Magnus Rasmussen.