Vit eru stúrin um støðuna og fleiri av okkum hava ikki mót upp á at taka við starvi sum kommunulækni, soleiðis sum støðan er nú. Soleiðis siga níggju læknar, sum nú eru undir útbúgving til at verða kommunulækni.
Í opnum brævi vísa tey á, at manningarnar á skipum skulu hava reglur um hvíltíð og hjá teimum, sum koyra lastbil, eru eisini strangar reglur um hvílitíðir. Og í flestu framleiðsluvinnum eru eisini avmarkingar á, hvussu leingi fólk skulu vera til arbeiðis.
Hetta eru reglur, sum eru komnar so líðandi. Tær eru ikki endiliga fyri starvsfólkini, men fyri at tryggja, at arbeiðið áhaldandi verður gjørt á ein nóg góðan hátt, siga læknarnir.
Sum kommunulækni í føstum starvi hevur tú altíð ábyrgdina av tínum sjúklingum. Hetta er galdandi allar gerandisdagar. Bæði um kvøldið, um náttina, um vikuskifti og halgidagar, skiftast kommunulæknarnir um at vera tøkir í læknavaktini, soleiðis at fólk hava atgongd til kommunulækna alt samdøgrið allar dagar í árinum.
Vanliga arbeiðstíðin er tískil í minsta lagi 40 tímar um vikuna, umframt regluligar kvøldvaktir, náttarvaktir og vikuskiftisvaktir. Harumframt hevur tað víst seg at vera trupult at halda frí, uttan at sjúklingarnir í størri ella minni mun verða sleptir upp á fjall hetta tíðarskeiðið - sum vit til dømis sóu í summar.
Slíkar arbeiðstreytir eru als ikki nøktandi í 2022. Arbeiðsgleðin minkar, samvitskan verður ávirkað, fólk fara úr starvi og nýggju kommunulæknarnir aftra seg við at átaka tungu uppgávurnar, ið liggja í føstu størvunum. Samstundis er tað steinur á byrðu, tá viðtalurnar ofta hava nógv fleiri enn teir 1.600 sjúklingar, sum er tað, sum er ásett til hvønn lækna. Orsøkin til tað er, at fleiri kommunulæknastørv ikki eru mannað, og tí at talið á kommunulæknum er ikki hækkað í takt við, at fólkatalið er vaksið, og í takt við, at kommunulæknar fáa alsamt fleiri uppgávur.
Vit, sum eru undir serlæknaútbúgving fyri at gerast kommunulæknar, eru í løtuni sera stúrin um gongdina, samstundis sum flestu okkara ikki hava mót uppá at fara í eitt fast kommunulæknastarv í verandi støðu, siga hesir níggju læknarnir.
Tó eru vit sera positiv um útsagnirnar, sum eru komnar frá politikarum hesar seinastu dagarnar. Men tað hevði verið sera ynskiligt, at hetta tosið gjørdist meira ítøkilig, so at vit kunnu síggja fram til broytingar. Vit fegnast eisini um positivu útsagnirnar frá Heilsutrygd um at fáa eina smidligari skipan, men tíverri eru vit ivasom um hesar útsagnir, til ovasti politiski myndugleikin hevur gjørt hesa støðuna heilt greiða, leggja teir afturat.
Við fleiri kommunulæknum í einari skipan, sum er munandi smidligari, skapa vit fortreytirnar fyri eini nýtímans og nøktandi kommunulæknaskipan. Tá fáa vit eina skipan, har teir núverandi læknarnir halda fram í sínum yrki, og tá kann næsta ættarliðið av læknum átaka sær at hava væl umhugsaðar og kvalifiseraðar sjúklingaviðtalur - við góðari samvitsku. Harvið kunnu vit, í størri mun, tryggja, at vit øll fáa røttu viðgerð í heilsuverkinum, sum tað sømir seg í einum framkomnum vælferðarsamfelagi.
Teir níggju læknarnir, sum nú eru í ferð við at útbúgva seg til kommunulækna, og sum hava skrivað undir skrivið, eru:
Marin í Dali
Brynhild Hanusardóttir Reinert
Ester Weihe Jacobsen
Jenny Jónsdóttir Nielsen
Jenny Østerø í Jákupsstovu
Jón Rói Jacobsen
Katrina Clementsen
Sólfríð Jacobsen
Ásla Joensen