Størstu vansarnir eru hesir:
Eingin føst tíð, ið bussurin fer frá staðnum
Taka vit steðgiplássið við Mannbrekku sum dømi, so kann ójavnin vera 10 min., tá ið bussurin kemur. Í skránni stendur ein tíð nevnd við niðara steðgiplássið ("Studentaskúlin") fimm min. yvir hálvgum ella tíma. So kundi ein roknað við, at bussurin var við Mannbrekku 1 til 2 min. áðrenn, men so er ikki. Bussurin kemur stundum 00 (ella 30 um tað er hálvgum) ella fimm min. yvir, ella kann klokkan gerast 10 min. yvir. Ein hevur sostatt ikki nakran møguleika til at finna út av, um bussurin er farin ella ikki, um ein gongur eftir skránni. ? Vit hava fingið at vita, at tað er av teirri orsøk, at ov lítil tíð er, tá ið bussurin skal niðan í erva, og ov nógv tíð er, tá ið bussurin skal omanaftur. Harumframt er rutan ein part av degnum longri, tá ið skúlakoyring er, og tá er bussurin seinni á veg. T.v.s. at leiðin er ikki nóg væl uppsett frá byrjan, og tað hevur við sær "flótandi" stegðitíðir, sum er sera ómøguligt at liva við til dagligt.. Soleiðis er eisini aðrastaðni í býnum. Tað hevur verið upplýst fyri brúkara, at tíðirnar eru "vegleiðandi". Vit vilja leggja dent á, at tað ber ikki til at hava eina bussleið við "vegleiðandi" steðgitíðum, tí so veit ein ongantíð, um bussurin er farin ella ikki. Tað ber til at liva við at bussurin er ov seinur, men at hann ofta er 3-5 min. ov tíðliga, kann ein ikki liva við.
Nærum eingin samskipað koyring í miðbýnum
Av teirri orsøk at so fáar leiðir eru, er sera trupult at sleppa víðari úr miðbýnum.
Eingin samskipað koyring uppi á Hálsi
Tað ber ikki til at skifta millum leið 2 og 3, um ein skal eina aðra leið. Vit vilja gera vart við, at fólk skulu ikki bara aftur og fram, júst sum ein leið koyrir ! Bussurin má eisini kunnu nýtast eitt sindur víðari, tá ið ein skal ørindi. Helst skal bussleiðin vera eitt sindur liðilig, so ein kann skifta ymsastaðni í býnum.
Eingin samskipað koyring á Vegnum Langa
Tað ber ikki til at skifta millum leið 2 og 3 á Vegnum Langa. Tað er sera óheppið, tí skerd koyring er ein part av degnum. Eitt nú slepst ikki frá Hvítanesvegnum og niðan á Løgmannabreyt uttan fyri skúlatíðirnar og heldur ikki ber til at taka leið 2 og so náa leið 3 uppi á Vegnum Langa, tí tá er leið 3 longu farin.
Óheppin koyrileið
Úr Hoyvik (niðara ruta) slepst ikki í svimjingarhylin, til Læknamiðstøðina í Gundadali ella í SMS beinleiðis. Um vit skulu tað, so er neyðugt at koyra niðan á Hvítanes fyrst og allar síðuvegirnar har. Ein kann ikki seta tíð av til at sita útivið ein hálvan tíma í bussinum. Tað gevur heldur onga meining, tí tað tekur styttri tíð at fara til gongu oman!
Eingin koyring kl. 17.45 til Hoyvíkar
Tað er sera óheppið, at eingin túrur er kl . 17.45 (áður: 17.48). Vit eru mong, ið sita sum ryssa yvir deyðum fyli og bíða, tí ikki slepst niðan henda túrin. Hetta er serliga óheppið hjá teimum, ið arbeiða til kl. 17.00 ella kl. 17.30, tí tað er ein risastórur munur á at vera heima kl. hálvgum seks og kl. hálvgum sjey!. Tað má bera til at seta henda túrin innaftur!
Vikuskiftiskoyringin
At koyringin varð skerd um vikuskiftini er sera óheppið. Foreldur eru mangan ovbyrjað av skula koyra børn og ung aftur og fram. Tað má bera til at sleppa oman og niðan úr býnum leygar- og sunnukvøld. Harumframt skuldi verið byrjað ein tíma fyrr at koyra sunnumorgnar, t.d. kl 9.30, so fólk kunnu fara við bussinum í svimjingarhylin.
Ov fá steðgipláss
Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki. Vit vilja kortini gera vart við tað her, at einki steðgipláss er millum steðgiplássið "Studentaskúlin" og áraka Pf. Poul Michelsen.
Ferðslan sum heild: Miðbýurin er ovbyrjaður av ferðslu. Fólk fáa ikki sett bilin frá sær í miðbýnum. Nógv mugu ? eisini tey illa gongdu - seta bilin frá sær t.d. uppi við sjónleikarhúsið. Tí hevði verið best at fingið so mong sum møguligt at nýta buss.
Skerd koyring part av degnum
Vit mæla til, at í arbeiðstíðini mugu bæði leið 2 og 3 koyra sum í skúlatíðini, tí tað bert ikki til at skifta ímillum leiðirnar, tí tær eru ikki samskipaðar.
Orsøkin til, at bussleiðin varð skerd, skuldi vera sparingar. Vit vildu mett, at tað er kostnaðarmikið at hava eina bussleið, sum so fá fólk nýta sum nú! Henda broyting er eftir okkara tykki ein framúr góður háttur at fáa fólk til at gevast við at nýta buss.
Vert er at minna á, at bussleiðin helst skal vera so væl skipað, at hon skal vera ein valkostur hjá fólki, so ikki er neyðugt hjá øllum at hava bil. Alla aðrastaðni uttan um okkum verða almenna ferðslan útbygd ? her verður hon skerd.
Farið varð undir at skipa bussleiðina fyri sløkum 25 árum síðan. Í hesum tíðarskeiði man fólkatalið í Havn vera vaksið við einum 5-6.000 fólkum, tí er eyðsæð, at bussleiðin átti at verið útbygd í staðin fyri skerd.
Fyri at fáa eina nøktandi ferðaætlan hevði tað verið best at tikið bussførararnar við upp á ráð, tí teir kenna farleiðina best og kunnu koma við konstruktivum loysnum.
?????????????????
Vinaliga
nakrir borgarar í Hoyvík
Marjun Arge Simonsen
Bozena Rasmussen
Valdemar Dalsgaard
Annleyg Patursson
Sólrun Hovgaard
Niels Jacob Hovgaard
Lív A. Simonsen
Mira Dalsgaard
Malfríð Dalsgaard
Hilda Larsen
Hanus Vang
Vivi Vang
við fl.