- Vit eru ræðuliga kedd. Soleiðis tekur Sunneva Maria Guðmundsson, saman um. Hon er stjóri í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn, ella Adventistaskúlanu, sum hann vanliga verður kallaður. Og eftir at hava verið skúli í 48 ár, verða tey nú noydd at lata skúlan aftur. Sostatt verður eingin skúlagongd í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn eftir summarfrítíðina og foreldrini mugu finna aðrar skúlar til børnini. Skúlin varð settur á stovn í 1966, men nú eru bara 33 næmingar eftir í skúlanum og tað er ov lítið grundarlag til at varðveita skúlan, sigur skúlastjórin við Rás2. Avgerðin um at steingja skúlan er tikin nýliga, men tey hava verið fyrireikað upp á hesa støðuna, tí longu í vetur fingu lærararnir uppsøgn.
Trýst á pílin undir myndini og og hoyr skylastjóran greiða frá, hví skúlin mátti latast aftur og hvussu tey hava tað við tí
|










