Kann ein politiskur flokkur, sum byggjar á tey kristnu grundvirðini, vera fyri fríari fosturtøku?
Spyrt tú Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin, so kann mann ikki tað.
Hann skilir ikki danska politiska flokkin Kristindemokratarnar, sum nú hava boðað frá, attey ikki longur eru ímóti fríari fosturtøku, men góðtaka markið á 12 vikur.
Hóast bæði Miðflokkurin og Kristindemokratarnir byggja á tey kristnu grundvirðini, so er tað skeivt at kalla hesar flokkarnar fyri systraflokkar, sambært Bill Justinussen.
– Vit eru øgiliga ósamd við Kristindemokratarnar um fleiri ting. Samstarvið er lunkað av tí sama, sigur hann og vísir á, at flokkarnir einki formligt samstarv hava.
Men í fjør luttók Miðflokkurin á landsfundi hjá Kristindemokratunum, og tá blivu Kristindemokratunum umtalaðir sum floksfelagar og vinir í røðu hjá floksskrivaranum hjá Miðflokkinum.
"Miðflokkurin og Kristendemokraterne har meget til fælles, primært det, at vi står ved de kristne værdier, hvor hvert enkelt menneske har en Gudgiven værdi. Og vi arbejder i vores politik for et samfund som reflekterer disse værdier."
Flokkarnir hava eftir øllum at døma ikki meira til felags enn so. Tí hóast kristna grundarlagið, so vilja Kristindemokratarnir ikki longur arbeiða fyri at avmarka atgongdina hjá kvinnuni til fosturtøku.
Tað vil Miðflokkurin hinvegin, og ta hugsjón ætlar flokkurin eisini at taka við sær á Fólkating, hevur formaðurin boðað frá.
Nettupp fosturtøka er eitt evni, sum skilir kristnu flokkarnar í Føroyum og Danmark.
– Vit halda, at tey eru for liberal. Tey halda ikki nóg fast í teimum virðunum, sum vit halda eru ógvuliga týdningarmikil fyri at kunna kalla seg ein kristindemokratiskan flokk, sigur Bill Justinussen.
– Tey eru for ivasom, og har eru for blandað fólk við ymsum sjónarmiðum. Serliga tá tað kemur til teir etisku spurningarnar sum eitt nú fosturtøku og samkynd.
Í staðin fyri at forbjóða fosturtøku halda Kristindemokratarnir, at vegurin fram er upplýsing, fyribyrging og ráðgeving, soleiðis at fosturtøkutalið kann lækkast. Eru Kristindemokratarnir ikki bara komnir longri enn tit við at tillaga seg til dagsins samfelag?
– Longur? Nei, eg haldi tað er øvugt. Samfelagið hevur ment seg frá slíkum skipanum um fosturdráp, sigur hann.
Men Kristindemokratarnir hava inntil kortsíðani havt nøkunlunda somu meining sum tit um fosturtøku. Kann man vænta, at Miðflokkurin eisini fer at skifta meining í framtíðini, eins og Kristindemokratarnir?
– Tað dugi eg ikki at síggja, at vit fara. Miðflokkurin í Føroyum er øgiliga fast forenkraður í samkomulívinum og tí, sum fer fram í kirkjum og samkomum. Vit hava jú greiðar ásetingar um, at fólk, sum eru virkin í okkkara flokki, skulu vera persónliga kristin. Og tað er eitt akker, sum ger, at tað verður trupult at flyta seg eftir tí sama vegnum sum Kristindemokratrnar, sigur Bill Justinussen.
LES EISINI: Kristindemokratarnir broyta meining: Eru nú fyri fríari fosturtøku