Vit eru øll málleys

Í Norðdepli steðgaði alt um, tá ið vit frættu um ógerningin hjá einum ungum manni sunnumorgunin, segði varaborgarstjórin, Jógvan Martin Poulsen í gjárkvøldið

 

- Alt steðgaði upp!

Tað sigur Jákup Martin Poulsen, virkandi borgarstjóri í Hvannasunds kommunu við Rás2.

 

Sunnumorgunin gjørdust ein bara 18 ára gamal maður frá sær sjálvum og stakk og  fýra fólk við knívi, tilsamans yvir 20 ferðir.

 

Rás2 spurdi hann, hvussu hendingin hevði ávirkað bygdarfólkið.

 

Hann sigur, at tey eru øll málleys og at alt steðgaði upp, bæði í Norðdepli, har hendingin fór fram, og í Hvannasundi, har illgerðarmaðurin varð handtikin.

 

- Tað hevur ikki verið tosað um annað í báðum bygdunum líka síðani, sigur Jákup Martin Poulsen.

 

- Men tað sigur seg sjálvt, at vakna til slík tíðindi ein sunnumorgun, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tey eru øll púrasta tikin á bóli av hendingini.

 

Vit búgva á smáplássi, har øll kenna hvønn annan. Tað er eisini vanligt, at fólk sova við ólæstari hurð.

 

- Hetta er ein ómetaliga døpur tíð fyri bygdirnar, men sjálvandi serliga fyri tær báðar familjurnar sum eru raktar, bæði familjuna hjá offrunum og familjuni hjá manninum,ið framdi illgerðina.

 

Virkandi borgarstjórin í Hvannasundi skilja tey tey púra einki av, at ungi maðurin kundi finna upp á slíkt, tí tað vóru tað als ongar ábendingar um.

 

- Eg kenni hann bara sum ein fittan og friðarligan drong, so hetta kemur púra óvart á okkum.

 

Hann ivast ikki í, at hetta fer at merkja bygdarfólkið í langa tíð.

 

- Men vit mugu royna at koma ígongd aftur og eg haldi, at lívið er so spakiliga við at byrja aftur, sigur Jákup Martin Poulsen.

 

Myndin er av Google Earth útyvir Norðdepil og Hvannasund, har ógvusliga hendingin fór fram.