Lene Moyell Johansen skal nú halda sína fyrstu ólavsøku sum ríkisumboðsmaður í Føroyum. Fyri sløkum mánaði síðani varð Lene Moyell Johansen, sum var virkandi ríkisumboð, útnevnd til nýggjan ríkisumboðsmann, eftir at Dan Michael Knudsen fór í annað stav í Danmark. 1. august tekur Lene alment við sum ríkisumboð, men hon hevur síðani 15. mai røkt starvið.
Lene Moyell Johansen, sum hevur útbúgving sum løgfrøðingur, varð fødd í Lyngby fyri 48 árum síðani. Hon er gift Stendor Johansen, sum er ættaður úr Hósvík og siglir sum kaptainur við AP Møller. Tey eiga trý børn – tey bæði vaksnu lesa nú í Danmark, meðan tann yngsti býr við familjuni í Føroyum.
- Eg havi vitjað í Føroyum regluliga síðani 1991, og í 2008 avgjørdu vit at flyta til Føroya at búgva eina tíð. Vit ynsktu at fáa meir innlit í føroyska samfelagið og at læra okkum málið, og tað ber ikki til við stuttum vitjanum. Tá ið eitt starv sum juristur hjá Ríkisumboðsmanninum var lýst leyst, søkti eg tað, og tað passaði væl, at bústaður fylgdi við starvinum, sigur Lene Moyell Johansen.
- Føroyingar hava tikið ímóti okkum við opnum ørmum. Fólk eru vinarlig og hjálpsom, og vit hava eisini lagt okkum eftir at vera virkin í samfelagnum – í frítíðarvirksemi og annað. Tað hevur eisini gjørt tað lættari at koma inn í samfelagið, sigur hon.
Ólavsøkudag skal Lene Moyell Johansen fyri fyrstu ferð ganga skrúðgongu, tá ið løgtingið verður sett. Ríkisumboðið hevur sess í løgtinginum og er eisini við í skrúðgonguni.
- Føroyar og føroyska fólkið hava sera nógv at siga fyri meg, og tí eri sera fegin um, at eg fái høvi at luttaka í skrúðgonguni ólavsøkudag. Tað er ein heður at vera við, tá ið løgtingið verður sett. Skrúðgongan er eitt súmbol upp á sambandið millum ting og kirkju og er sera hátíðarlig, sigur Lene Moyell Johansen.
- Ólavsøkan hevur stóran týdning fyri føroyingar, sum duga so væl at savnast og vera saman – ikki minst til midnáttarsangin. Tað eru nógvar traditiónir og nógv søga knýtt at ólavsøku, og ólavsøka er eitt gott høvi at møta fólki, sigur hon.