Vit eru klárar

Kári Mortensen, sum saman við Svannu Hanusar­dóttir stendur fyri VÍF-kvinnunum, sigur, at tær eru so til reiðar sum tær kunnu til finalurnar

Kvinnurnar hjá VÍF hava havt ymiskar venj­ara­broytingar í ár. Jan Ottosen er farin til Avstralia at vera venjari, og í fyrstu atløgu tók Henrik Gerster við, men hann var eisini venjari hjá besta mansliðnum í VÍF, so leitað varð eftir avloysara – ella avloysarum, sum tað bleiv til. Tað bleiv nevn­iliga venjaraparið, Kári Mortensen og Svanna Hanusar­dóttir, sum áður hava staðið við róðrið hjá VÍF-kvinn­unum.

Eru klárar
VÍF-venjarin Kári Morten­sen metir, at kvinnurnar hjá honum eru so til reiðar, sum tað ber til at vera.
– Jú, vit eru klárar. Vit eru so klárar, sum vit kunnu vera, sigur hann, og metir eitt vera umráðandi:
– Vit skulu hugsavna okk­um um okkara egnu dygdir, sigur Kári.
Simona Petersen er javnan ein einmansherður hjá Kyndli, og Kári sigur, at tær sjálvsagt fara at hava fokus á henni.
– Men eitt passandi fokus, leggur hann afturat.