?Vit ætlað okkum ikki at avhøvda nakran.
? Men tað var neyðugt at rudda út - og nú verður neyðugt at rudda upp.
Tað sigur Eli Brimsvík, nývaldur formaður í Havnar Handverkarafelag.
Tað hevur verið stórvask í handverkarafelagnum í Høvuðsstaðnum.
Í fyrstu syftu førdi tað við sær, at allir nevndarlimirnir løgdu frá sær.
Á aðalfundinum boðaði nevndin frá, at legði formaðurin ikki frá, fór nevndin at gera tað.
Men formaðurin var ikki at vika og hesum tóku hinir nevndarlimirnir so avleiðingarnar av, og søgdu seg frá.
Í aðru syftu førdi tað við sær, at formaðurin varð koyrdur frá.
Tað hendi á einum eykaaðalfundi seinasta vikuskiftið
Sostatt eru tað nú fimm nýggir mans, sum manna nevndina í Havnar Handverkarafelag. Umframt formannin, eru teir Einar Bech, næstformaður, Jakobus Kamminga, Bjarni Petursson og Palli Djurhuus.
Sett eina millión í oljuvinnuna
Kravið um stórvask í Havnar Handverkarafelag kom eftir at tað varð avdúkað, at ymisk óregluligt var farið fram viðvíkjandi peningaligu viðurskiftunum hjá felagnum.
Nýggi formaðurin vil ikki siga so nógv um, hvat hetta snúði seg um. Men hann váttar, at eitt, sum fráfarandi nevndin gjørdi, var at seta eina góða millión krónur í partapengum í Føroya Kolvetni.
? Tað er púra greitt, at tað hevði nevndin ikki heimild til, tað haldi eg, at vit hava fingið heilt greitt at vita. Í øllum førum er tað moralskt heilt av leið.
Hann váttar eisini, at fráfarandi formaðurin hevur eisini keypt ein skutara, sum felagið nú eigur.
Hvussu nógv nevndin annars visti um alt hetta, er ivasamt, men alt tað verður sjálvnadi eisini kannað.
Annars vil hann ikki útgreinað, hvat hesi óregluligu viðurskiftini snúgva seg um.
Men hann váttar tó afturat, at bókhaldið hevur verið í so leyðsligt.
Ætla ikki at avhøvda
Men Eli Brimsvík leggur dent á, at nýggja nevndin í Havnar Handverkarafelag ætlar sær ikki í eina herferð ímóti teirri gomlu nevndini, ella gamla formanninum.
? Vit síggja tað ikki sum okkara endamál at avhøvda nakran, ella at fáa nakran partout stillaðan til svars fyri tað, sum er hent.
? Men eftir at hetta var komið fram, var tað neyðugt at fáa nýtt fólk til.
Og fremsta endamál okkara nú, er nú at fáa fulla greiði á viðurskiftunum.
? Vit halda, at fyri at koma víðari, er tað neyðugt at greiða fløkjuna og at fáa fult yvirlit yvir støðuna.
Eli Brimsvík sigur, at tí verða øll skjøl nú gjøgnumgingin so at full greiða fæst á, hvussu støðan er, og, hvat er farið fram.
? Og aftaná, at tað er fingið frá hondini, er okkara endamál at reka felagið soleiðis, sum tað eigur at verða rikið.
So má tíðin vísa, um nakað annað skal henda.
? Men at gera sak burturúr er avgjørt ikki tað, sum ligggur fremst í huganum.
Óstøðug viðurskifti
Hetta er aðru ferð í fá ár, at øll leiðslan í Havnar Handverkarafelag verður skift út.
Nevndin, sum sat í fleiri ár, steinsvav, og tí varð hon koyrd frá.
? Fyri nøkrum árum kom so ein nýggj nevnd framat or rætt skal vera rætt: Hon hevur fingið nokk so fitt á skaftið.
Eitt nú gjørdi formaðurin eitt sera gott arbeiði til frama fyri ein pensjónsgrunn, sum er eitt stórt framstig hjá limunum.
Eli Brimsvík sigur, at hann tí harmast um, at tað skuldi enda soleiðis.
? Men sum støðan nú varð vorðin, var onki annað at gera, uttan at fáa nýtt fólk framat, leggur hann afturatSostatt kann staðfestast, at enn einaferð uppá heilt fá ár, hevur ein kvettlíknandi støða ført við sær, at heilar nevndir í Havnar Handverkarafelag eru koyrdar frá.
Fyrst var tað nevndin hjá Høgna Højgaard, sum varð koyrd frá av nevndini hjá Eyðfinni Petersen fyri 3-4 árum síðani.
Og nú var tað so aftur nevndin hjá Eyðfinni Petersen, sum varð koyrd frá.
Vit hava spurt nývalda formannin, um hann hevur nakra meting av, hví viðurskiftini í Havnar Handverkarafelag eru so ruðuleikakend, afturímóti øðrum fakfeløgum, sum tykjast at verða avbera væl skipað.
Hann heldur, at tað er tí, at felagið hevur ikki verið nóg væl skipað.
? At vera handverkari merkir ikki, at tú hevur skil fyri fíggjarstýring, bókhaldi og fyriskipan.
?Og tað haldi eg hevur verið tann stóri veikleikin hjá felagnum, at tey, sum hava havt dagliga raksturin um hendi, hava ikki havt neyðugt innlit í hesi viðurskifti.
Hann sigur, at tað hevur nevndin, sum nú er, tikið avleiðingarnar av, og hevur sett ein dagligan leiðara.
Dagligi leiðarin er Johanna Hansen, sum hevur eina fortíð á skrivstovuni hjá Meistarafelagnum
? Ein dagligan leiðara hava hini fakfeløgini, sum eru væl skipað og tað eiga vit eisini at hava, sigur Eli Brimsvík.
Tikið annað við sær
Hann sigur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað verður friður í Havnar Handverkarafelag, og at viðurskiftini verða fingin í rættlag, so at felagið kann verða rikið, sum tað eigur.
Hann sipar til, at felagið er eisini limur í Landsfelag Handverkaranna og har er bæði felagið í Vági og á Tvøroyri uppi í.
? Vit hava ikki bara okkum sjálvi at hugsa um.
? Fór Havnar Handverkarafelagið fyri bakka, er stórur vandi fyri, at tað hevði tikið hini bæði feløgini við sær í fallinum.
Hann leggur afturat, at í fyrstu syftu fær nevndarskiftið onga ávirkan á viðurskiftini við Føroya Handverkarafelag.
? Aðalfundur í felagnum hevur meldað okkum úr Føroya Handverkarafelag. ? Og tað krevst aðalfundarsamtykt at melda okkum upp í aftur. Men sjálvandi eiga vit at hava góð viðurskifti við Føroya Handverkarafelag og at draga somu línu sum tey, tí vit hava felags áhugamál, sigur nývaldi formaðurin í Havnar Handverkarafelag.