Vit eru øgiliga spent upp á at fáa Koks til Leynar

Tað er fantastiskt, at fólk fáa hetta høvi at uppliva náttúruna við Leynavatn, sigur borgarstjórin í Kvívík

– Tað er fantastiskt, at vit fáa Koks til Leynar.

Tað heldur Heri Müller, borgarstjóri í Kvívík, nú okkara fyrsta og einasta matstova við eini Michelinstjørnu, hevur gjørt av at lata matstovu upp í í sermerktu húsunum Frammi við Gjónna við Leynavatn núí vár.

 

Borgarstjórin í Kvívík sigur at Leynavatn er ein náttúruperla í Føroyum og hann heldur, at tað er heilt fantastiskt, at fólk fáa hetta høvi til at uppliva náttúruna har um vegir, og at fáa møguleikan at fáa mat á eini michelin matstovu í sama viðfangi.

 

– Húsini Frammi við Gjónna eru eini ómetaliga sermerkt hús, og tað verður øgiliga forvitnisligt hjá matstovugestunum at sleppa inn hagar.

 

Húsini Frammi við Gjónna standa í Tórshavnar kommunu, beint við markið til Kvívíkar Kommunu, og ein partur av Leynavatni er eisini í Tórshavnar Kommunu, og ein partur er í Kvívikar Kommunu

 

Annars hava tey í Sílaeiðifelagnum givið ilt av sær, tí tey tvíhalda um, at virksemið hjá Koks fer at órógva laksafiskararnar so illa, at so má felagið gevast við sínum virksemi.

 

Men sambært borgarstjóranum í Kvívík, fær Sílaveiðifelagið onga serliga undirtøku har um vegir, tí hann sigur, at hann tosar við nógv fólk, og hannn hevur bara hoyrt tey tosa vælviljað um at fáa Koks í grannalagið.

 

– Øll eg havi tosað við, siga, uttan undantak, at tey eru øgiliga spent upp á hetta, og nógv siga eisini, at tey ætla at nýta høvi til at fara á Koks at fáa sær eina michelin máltíð, sigur Heri Müller.