Vit eru fantastiska fegin

- Vit eru fantastiska fegin, at Býráðið loksins hevur tikið støðu til, hvar ein fótbóltsvøllur í Hoyvík skal vera.
Tað sigur Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík.
Hann vildi heldur, at vøllurin var í Dalinum Langa, tí kanningar vísa, at tað er tað er so vindhart við Løgmannabreyt.
- Tað kanningina gjørdi býráðið av at seta til viks, men tað er ein býráðsavgerð, sum vit góðtaka, hóast tað er óheppið.
- Tað, sum hevur nógv størst týdning er at fáa ein vøll og tað er nógv betri at fáa tann næstbesta loysnin enn ongan vøll at fáa.
Hann ivast í um vøllurin við Løgmannabreyt fer at lúka altjóða treytir og kann verða eitt veruligt stadion, tí har er ógvuliga trongt rundanum.
Hinvegin vísir hann á, at býráðslimir hava nevnt, at tað ber væl til at taka onkur av vinnuligu grundstykkinum við vøllin, upp í vøllin, so at pláss verður fyri at gera stadion.
- Eg kann ikki hugsa mær, at býráðið byggir ein vøll fyri yvir 20 milliónir, men sum ikki kann lúka altjóða krøv og kann verða eitt stadion, sigur Fróði Danielsen.
Hann sigur, at fremsta endamál við vøllinum er at fáa umstøður at menna ungdómsfótbóltin í Hoyvík, tí tað hava tey ongan møguleika at menna við teimum umstøðum, tey nú hava.
LES EISINI GREINUNA: NÚ FÁA HOYVÍKINGAR FÓTBÓLTSVØLL