Vit eru enn á lívi - tillukku!

Fólk yvir 30 skuldu langt síðani verið deyð, sigur Johan Dalsgaard, sum hevur funnið og leysliga umsett niðanfyristandandi á alnetinum

Johan Dalsgaard

Hetta kan man hugsa um, um man er eldri enn 30, tí øll yvir 30 burdu verið deyð.
Sambært dagsins lógarsmiðum og skrivstovuveldum burdu tey av okkum, sum vóru børn í 40'unum, 50'unum, 60'unum, ja eisini tíðliga í 70'unum, ikki at yvirliva. Barnasengurnar vóru jú málaðar við blýggjbaseraðari máling. Barnasikring var hvørki á heilivágs-gløsunum, hurðum ella skápum, og tá vit súkklaðu var tað uttan hjálm.
Vit koyrdu bil uttan trygdarbelti ella airbags, og at sita aftanfyri í lastini var pragtfult. Vit drukku vatn úr onkrari slangu á keiini og øll, børn og vaksin, royktu sum skortsteinar.
Vit ótu breyð við smøri, drukku sodavatn við sukur, men eingin bleiv tjúkkur, tí vit vóru altíð úti og spældu.
Vit heintaðu tyggigummi upp av vegnum, sum vit litaðu grøn við sýrum, og funnu ballstubbar, sum vit royktu. Vit deildu eisini sodavatnina við hini og drukku av somu fløsku, uttan at nakar reint faktiskt doyði av tí. Vit brúktu tímar til at byggja kassabilar av skrambli, sum lá og fleyt, og drønaðu oman gjøgnum brekkur við fullari ferð, fyri síðani at varnast at vit høvdu gloymt at gera bremsur. Aftaná at verða dottin, fóru vit í holt við at loysa tann trupuleikan. Vit hingu afturúr bilum á skoytum, fiskaðu á keiðini, læntu árabátar, róðu uttan vest, koyrdu knallert og klatraðu í haganum eftir hjalpirótum. Vit loyptu og ótu fligir og kókaðu fiskar í einari nikkelbaseraðari dós, og vit duttu á sjógv.
Vit fóru tíðliga út at spæla og vóru úti allan dagin. Til langt aftaná at gøtuljósini vóru tendrað, uttan at nakar kundi fáa fatur á okkum, tí fartelefon høvdu vit so ikki.
Onga Playstation, Nintendo 64 ella X-box, onki sjónvarp ella parabol, video/DVD, souround-sound, mobil, PC'ara ella Internet.
Men vit høvdu vinir og fóru út at leita eftir teimum!
Vit dottu, skóru okkum, brutu armar ella bein, mistu tenn og bløddu, men ongin bleiv saksøktur fyri tað. Tað vóru bara óhapp. Ongin annar fekk skuldina - bara vit sjálvi. Vit bardust, blivu gul og blá og lærdi at koma yvir tað.
Vit funnu upp á spøl við pinnum og bóltum og blikkum, og vit ótu gras og mold og brendu bál. Sjálvt um vit vórðu biðin um at ansa eftir, vóru tað ikki nógv eygu sum blivi stungin út, og grasið vaks ikki í búkinum. Vit súkklaðu og fóru inn til hvønn annan. Onkuntíð bankaðu vit uppá og runnu avstað, og onkuntíð bankaðu vit uppá og fóru inn og snakkaðu við í tí, sum tey snakkaðu um.
Summir næmingar dugdu ikki líka væl sum hinir og so dumpaðu teir og máttu ganga um aftur.
Men nú eru vit øll blivin vaksin og tora at fara í holt við eina avbjóðing. Hetta ættarliðið hevur fostrað nakrar av teimum bestu problemloysarunum og investorunum nakrantíð. Tey síðstu 50 árini hava verði ein eksplosión av nýskapan og nýggjum hugskotum. Vit høvdu fríheit, fiasko, succes og ábyrgd, og vit lærdu at fyrihalda okkum til alt tað.
Og tú ert ein av teimum, tillukku við tí!!!
Fortel hettar fyri øðrum sum upplivdu tað stóru eydnuna at vaksa upp sum barn, áðrenn lóggevandi valdið og aðrir myndugleikar reguleraðu lívið fyri okkara egna besta....
Tað góða lívið var okkara!!!