Choe Son-hui, uttanríkisráðharri, leggur dent á, at Norðurkorea er og verður eitt kjarnorkuveldi, og hetta fer ikki at broytast, sjálvt um USA og onnur lond í vesturheiminum vilja nakað annað.

- Vit eru eitt kjarnorkuveldi

Tað slær norðurkoreanski uttanríkisráðharrin, Choe Son-hui, fast og sigur, at hetta er fyri at verja seg ímóti hóttanini úr USA.

 

Choe Son-hui, uttanríkisráðharri, leggur dent á, at Norðurkorea er og verður eitt kjarnorkuveldi, og hetta fer ikki at broytast, sjálvt um USA og onnur lond í vesturheiminum vilja nakað annað.

Choe Son-hui sigur, at Norðurkorea er og verður eitt kjarnorkuveldi. Sum uttanríkisráðharri landsins finst hon at USA og G7-londunum, sum hon sigur vilja avvápna Norðurkorea. 

 

Í samrøðu við ríkisriknu tíðindatænastu landsins, KCNA, vísir hon á, at landið fer at halda fram við sínum lógliga virksemi, til hernaðarligu hóttaninar úr USA og tess sameindu halda uppat.

 

Týsdagin í vikuni fordømdu uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum, sum høvdu fund í Japan, royndirnar hjá Norðurkorea við interkontinentalari rakett, sum landið gjørdi hin 13. apríl. 

 

Á endanum av toppfundinum vóru uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum samdir um, at Norðurkorea eigur at gerast kjarnorkuvápnafrítt.

 

Men, Choe Son-hui, leggur dent á, at Norðurkorea er og verður eitt kjarnorkuveldi, og hetta fer ikki at broytast, sjálvt um USA og onnur lond í vesturheiminum vilja nakað annað.

 

Uttanríkisráðharrin í Norðurkorea leggur aftrat, at menningin av hjá landinum av kjarnorkuvápum bert hevur til endamáls at verja landið ímóti amerikanskum hóttanum.

 

 

 

Choe Son-hui, uttanríkisráðharri, leggur dent á, at Norðurkorea er og verður eitt kjarnorkuveldi, og hetta fer ikki at broytast, sjálvt um USA og onnur lond í vesturheiminum vilja nakað annað.