Vit eru drivin av einum vinnarahugburði

Borgarstjórin í Vági er als ikki samdur við Jóannes Eidesgaard í, at tað manglar ein vinnarahugburður - í hvussu so er ikki í Vági

 

- Veit ikki heilt hvar Jóannes Eidesgaard býr, men tað er helst okkurt, hann ikki hevur fingið við.

 

Nakað soleiðis tekur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm til á Facebook. Hann er alt annað enn samdur við Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi politikara, sum heldur, at suðuroyingar mangla ein vinnarahugburð, og at fyrsta stigið fram ímóti at menna oynna, er at leggja allar kommunurnar saman í eina Suðuroyar Kommunu.

 

 

Les Eisini: Suðuroyingar mugu fáa álit á sær sjálvum, har Jóannes Eidesgaard greiðir frá sínum hugsanum

 

 

Dennis Holm sigur við www.in.fo, at hann heldur ikki, at tað er rætt at skera alt yvir ein kamb.

 

- Er tað nakað, sum hevur merkt tey seinastu fýra árini í Vági, er tað áræði, dirvi og hart arbeiði, sigur hann. Og tað er gjørt í fullari vissu um, at ongin ger nakað fyri okkum og at tað, sum skal gerast, mugu og skulu vit gera sjálvi!

 

- Nógv av tí, sum eru sett í verk hesi seinastu árini, eru nettupp drivið av einum vinnara hugburði, og av, at vit her á staðnum hava stórt álit á okkum sjálvum og okkara evnum til at lyfta í felag.

 

Hann sigur, at ístaðin fyri at sita hendur í favn, hava vágbingar nettupp leitað eftir øðrvísi loysnum og tiltøkum við tí endamálið, sum kunnu føra til eina menning.

 

Hann hugsar um Pálshøll, komandi marghøllina, ítróttarháskúlan, Fjarlestrardepilin, og annað. Samstundis er dentur lagdur á at hava góðar umstøður til barnafamiljur við ansingarplássum, o.s.fr.

 

- Tey tiltøkini eru nettupp drivin av einum vinnarahugburði, har vit mugu stríða okkum fram á leið, tí ongin tekur okkara bardagar fyri okkum, sigur Dennis Holm.

 

Samstundis heldur Dennis Holm, at tað er skeivt at tengja kommunubygnaðin saman við møguleikunum at menna oynna.

 

- Vit eru væl før fyri at vera felags um tiltøk, bara vilji er til staðar. Tað er Pálshøll eitt gott dømi um, heldur borgarstjórin í Vági.

 

Hann sigur sostatt, at í Vági hava tey brúkt nógv orku í at fáa tað positiva fram. Og hann heldur, at tey hava gjørt okkurt rætt í Vági, tí sambært fólkayvirlitinum búgva eini 60 fólk fleiri í Vági í dag, enn tað gjørdu fyri í smáum fýra árum síðani, so nú eru tað eini 1.355 fólk í Vági

 

Hinvegin heldur Dennis Holm eisini, at tað er rætt at suðuroyingar eru felags um fleiri tiltøk.

 

Men hann vísir á, at ein fólkaatkvøða hevur verið um kommunusamanlegging, og úrslitið var, at hvørki Vágur, ella aðrar kommunur, vildu leggja saman.

 

- Tað er eitt úrslit, vit eiga at virða, men so mugu vit finna aðrar framferðarhættir. Hinvegin er tað treytað av, at viljin til at samstarva er til staðar.

 

Dennis Holm sigur, at eitt tað fyrsta, hann gjørdi, eftir at hann var borgarstjóri, tók hann stig til at stovna ein Kommunufelagsskap í Suðuroy, sum skuldi stjorna teimum samstørvum, sum eru í Suðuroy.

 

- Vit komu rættiliga langt, men so steðgaði alt upp av nøkrum heilt fáum fólkum.

 

Eitt endamál við tí var at fáa gongd á eitt samstarv í Suðuroy, men tað datt so niðurfyri, leggur borgsarstjórin afturat.