Vit eru blivin svøk

Tað eru ikki bara larmandi skip og buldrandi lastbilar, sum órógva náttarfriðin hjá fólki

Vit eru ikki um at verða svøk. Vit eru blivin svøk. Soleiðis verður tikið til í eini klagu til Klaksvíkar býráð, har fólk kæra sína neyð tí at tey fáa ikki náttarfrið. Tað eru ikki bara larmandi skip, sum liggja við bryggju og buldrandi lastbilar, sum koyra við gróti eftir ringvegnum í Havn, sum fær fólk at liggja í andvekri um næturnar. Og hendan klagan til býráðið í Klaksvík er ikki frá fólki, sum búgvan við Norðhavnina, har fólk annars siga, at tey javnan mugu rýma heimanífrá fyri larmi frá skipum.

 

Hesa ferð snúði klagan seg um ein hana, sum gekk úti um næturnar og ikki tagdi eitt sekund, sum tikið verður til í klaguni – og hanin kendi heldur ikki mun á gerandisdegi og halgidøgum, tí tað gjørdu ikki mun.

 

Sagt verður í klaguni, at fleiri grannar hjá tí, sum eigur hanan, eru ikki at verða svøk, men tey eru vorðin svøk. Tey fáa ikki sovið um náttina, men fáa heldur ikki sovið um dagin og tey halda ikki, at tað kann vera meiningin, at tey skulu noyðast heimanífrá, tí tey ikki fáa sovið, bara tí at grannin heldur, at tað er kert við einum hana.

 

Klagarin sigur, at eingin vil vera tann keðiligi grannin, sum klagar, men at hetta er ikki til at halda út.

 

Kommunan hevur reagerað upp á klaguna, og hevur mint tey, sum eiga hanan, á, at kommunan hevur eina reglugerð fyri flogfenað og eftir henni er tað eitt krav, at hanin má ikki vera uttandura ímillum klokkan 21 um kvøldið og klokkan átta um morgunin. Samstundis fær eigarin boð um at halda hanan inn í myrkri hesa tíðina.

 

Nakrar kommunur hava eina reglugerð um flogfenað og í teimum, vit hava sæð, eru reglur um, at hanar skulu vera inni um náttina – men tað eru eisini fleiri kommunur, sum ikki hava nakra reglugerð um flogfenað.