Vit eru betri

At sjálvsálitið hjá VÍF er gott í løtuni, var Regin Joensen helst eitt gott dømi um, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
- Vit vistu, at vit áttu at vinna. Tað burdu vit gjørt í fyrra dystinum eisini, og tí vóru vit uppsettir frá byrjan. Tað gekk eisini væl, og sjálvt um teir koma aftur í dystin, so megna vit kortini at lukka.
Men er tað ikki trpupult at vinda seg uppaftur, tá mótstøðuliðið brádliga tekur eina annars trygga leiðslu aftur?
- Tað kann tað verða. Vit megna tó at fáa frið yvir spælið, tá vit hava havt eitt time-out. Tað kemur kanska ikki glið á alt fyri eitt, men spakuliga fáa vit aftur takið, og so haldi eg ikki, at tað var nakað ivamál.