– Vit eiga at leggja størri skatt á fiskivinnuna og alivinnuna. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka løgtingskvinna.
Nettupp hon kann koma í eina lyklastøðu, nú samgongan stríðist við at fáa nóg stóra undirtøku fyri fíggjarlógini fyri næsta ár. Tey hava bara 15 atkvøður í pottinum, tí Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum hevur boðað frá, at hann tekur støðu frá máli til mál.
Samstundis hevur Jógvan Skorheim boðað frá, at hann ger ikki fleiri avtalur við samgonguna. Tað gjørdi hann tá ið ein felags stjóri varð settur fyri øll trý sjúkrahúsini.
Og sjálv hevur Sonja Jógvansdóttir sett sum treyt fyri at taka undir við fíggjarlógini, at tøk verða tikin fyri at lyfta øll børn í Føroyum upp úr fátækadøminum. Men hon sigur eisini, at verður tað neyðugt at leggja hægri skatt á fiskivinnuna og alivinnuna fyri at røkka endamálinum, at hevur hon ikki tað minsta fortreð av tí.
Hon sigur, at eina ferð vísti ein útrokning, at hvør føroyingar rindaði 10.000 krónur ov nógv í skatti, tí vit taka ov lítið í skatti frá vinnuni. Tað talið er nakað minni í dag, men framvegis rindar vinnulívið alt ov lítið í skatti, heldur hon, tí tað er vanligi borgarin, sum rindar at kalla allan skattin.
– Hinvegin er tað ikki smávegis av pengum, við lata eini 20 familjum í Føroyum, heldur Sonja Jógvansdóttir. Hon sipar til tey fólkini, sum sita á ræðisrættinum yvir okkara fiskivinnu og á alivinnu.
– Tey rinda ov lítið fyri tann framíhjárættin tey hava til at gagnnýta okkara tilfeingi, og sostatt eru tey í roynd og veru ein útreiðsla fyri samfelagið, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Annars vónar hon, at Kristina Háfoss klárar at útvega hagtøl fyri, hvussu ríkidømið í Føroyum er býtt ímillum føroyingar. Hon vísir á, at vit reypa mangan av, at Føroyar er eitt tað javnasta samfelagið í verðini. Men gera vit ríkidømið upp, kann tað hendan, at glæntrimyndin bliknar og at vit heldur líkast onkrum landi, vit annars ikki vilja líkjast.
Og hon vísir á, at tað eru 1000 børn í Føroyum, sum eru í fátækaváða, og hon heldur, at tað er stór skomm. Og tað er eitt mál, sum SKAL loysast næsta ár, kosta hvat tað vil, tí »tað er skítfult av pengum« til í landinum at loysa trupulleikan við.
– Tað er bara at býta pengarnar rættvíst, og at taka avgerðina, og tað kostar ikki tað stóra, leggur hon afturat.