Sleppur samgongan nú at seta hol á at útholað fólkapensjónina, er vandi fyri, at vit eru komin á eina glíðibreyt, og at øll fólkapensjonin er burtur um fá ár.
Tað segði Ingeborg Vinther, næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista á fundinum í gjár, har pensjónistar hittust at mótmæla ætlanini hjá samgonguni at skerja grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur.
Les eisini: Eyðmýkjandi og niðrandi fyri okkum
Hon staðfestir, at hetta er ein ætlan, samgongan hevur sett í verk, uttan at Landsfelagið hevur fingið nakað høvi til siga sína hugsan um tað.
Tí sigur, at tey í Landsfelagnum fara alt tað, tey eru ment at steðga hesum.
At 580 krónur nú verða tiknar av fólkapensjónini er fyrsta stigið. Verður aftur brúk fyri at pynta fíggjarlógina um eitt ár, verða kanska aftur 500 krónur tiknav av grundupphæddina og so er hon kanska heilt burtur, áðrenn nakar varnast ávarar Ingeborg Vinther.
Les eisini: Krevja at fólkapensjónistar fáa frið
Hóast Eyðgunn Samuelsen hevur greitt okkum frá á fundi, at tað verður bara hesa einu ferðina, havi eg ikki álit á tí, tí upp undir valið lovaðu tey at hækka pensjóna.
Ingeborg Vinther hevur varhugan av, at endamálið er at gera Samhaldsfasta til eina fólkapensjón.
- Samhaldsfasti skal ikki tengjast upp í fólkapensjónina, tí hann hevur onki við hana at gera.
- Øll hava rætt til eina fólkapensjón og tað er heilt skeivt at blanda Samhaldsfasta upp í. Nú er alt vavt upp í ein peruvelling, tí nú er bæði Samhaldsfasti, Skattalætti og kringvarpsgjald blandað upp í fólkapensjónina.
- Okkara útrokningar vísa, at at tey, sum hava fólkapensjón og Samhaldsfasta, fáa 60 – 80 krónur í skattalætta um mánaðin, tað er alt, sigur næstforkvinnan í Landsfelag Pensjónista.