Tað er so nógv lættari at vera forelskað um summarið, tá ið blómurnar spretta, kjólarnir leiftra og amorinurnar flákra í luftini.
Veruligur og inniligur kærleiki er framhaldandi heitur, tá ið summarið er av, og hann heldur hitanum bæði heyst og vetur.
Romantikkur er ikki bara nakað mann lesur um í bløðunum, hann er eisini her hjá okkum. Men hjørtu, blómur og sjokolátu hava vit líkasum sæð fyrr – hjarta er so amerikanskt, blómur eru tekin um ringa samvitsku, og sjokolátan verður handað víðari til onkra vinkonu, sum er alt ov kløn.
Tí verður tú hervið boðin inn í ein heim av øðrvísi romantiskum listum, sum bæði eru herligari og kjerligari, tá ið tað snýr seg um at halda lív í kærleikanum, ella fáa lív í aftur kærleikan í parlagnum.
l Majoneshjarta í matpakkan
l Eina góða bók við til skips – við einum lítlum lepa í
l Ein muss á ein serviett í matpakkan
l At seta myndir í album saman
At lesa søgur fyri hvørjum øðrum
At skypast í arbeiðstíðini
Skiftið um kodda!
Læra eitt fremmandamál á kvøldskúla saman
Skulka og liggja í songini saman allan dagin
Lat teg í troyggju hansara og njót angan av honum
At fara á seiðaberg saman
At liggja í tjaldi við Leynavatn
At hoyggja saman
Lumpa eina karamellu í jakkalumman
Koyra túr við prutlinum
At fríggja í eini kavafonn
At eta høsnarunga við fingrunum saman, meðan tit hyggja inn í eyguni á hvørjum øðrum alla tíðina – kann vera bæði stuttligt og frekt!!
...Og um hann ikki er serliga romantiskur:
Legg ein parfumuprøva í jakkalumman hansara
Skriva “eina reyða rósu” á innkeypslistan, tá ið tú sendir hann í býin
...Ein neyðloysn, um hann heldur ikki skilur skemt