Vit eldru vilja fegin verða tikin við upp á ráð

Ása Hátún
--------

Eg vil fegin takka Tilhaldinum í Tórsgøtu í Tórshavn fyri at hava samskipað eina fundarrøð um bústaðarviðusskiftini hjá teimum eldru, eitt evni, sum júst nú er sera aktuelt.
Tað er av týdningi, at vit eldru, sum sjálvi hava hendan problematikk nær at okkum, hava fingið eitt slíkt vælkomið tilboð at koma til orðanna. Og nógv vís og góð orð vórðu søgd, verd fyri politikar og tey, sum taka avgerðir, at lurta eftir og taka til eftirtektar.
Vitan fær jú okkum at síggja tað ósjónliga.
Greið semja er um, at røktarheimspláss eiga at vera tøk til øll óhjálpin fólk í Føroyum. Tað má vera ein mannarættur. Øll kunna koma í hesa støðu.
Men hvørji eru alternativini hjá øllum hinum?
Nógv hugskot, millum annað um alternativa bygging, sveima í luftini - góð hugskot - hava gjørt tað í mong Harrans ár, men hví er tað ógjørligt at fáa tingini at henda?
Ættarlið eftir ættarlið fara í grøvina, og einki hendir.
Hetta er ein trupulleiki, sum var umrøddur. Politikarar, sum vitjaðu seinasta týsdag, vórðu spurdir um hetta, men hvat skuldu tey svara?
Spurt kann verða, hvat vit eldru vilja og ikki vilja.
Millum annað: Vit vilja ikki vera ein byrða fyri samfelagið, “eldrabyrðan”, sum onkur bløð orða seg.
Men vit vilja hava høvi at liva eitt trygt og virðiligt lív við teimum búðstaðarmøguleikum og tí stuðli, sum hóskar til støðuna hjá tí einstaka.
Vit heita á politikkarar at taka hendan spurning í álvara, ongantíð ov skjótt.
P.S.
Í vikuni, sum fór, sá eg eina sending í danska sjónvarpinum, har tey tosaðu við eini hjún, har bæði vóru 1oo ár, og sum búðu í egnum heimi. Hetta læt seg gera, tí tey fingu góða heimahjálp, og tað vóru tey fegin um.
Hetta er sjálvandi eitt serstakt dømi. Men eyðsæð er, at tey flestu eldri fólk helst vilja klára seg sjálvi sum longst – verði tað í egnum heimi ella smærri bústaði